Kambur hevði meira enn 400.000 pund

Herfyri legði frystilínuskipið Kambur stívliga 400.000 pund upp í Kollafirði.

Tað gongur betri hjá føroyska línuskipaflotanum, enn tað hevur gjørt í longri tíð, og eitt nú hevur várið í íslendskum sjógvi roynst væl hjá fleiri skipum.

 

Í síðstu viku var landingarliðið hjá Landingarmiðstøðini við Toftagjógv í Kollafirði og landaði frystilínuskipið Kamb.

 

Niclas Davidsen, landingarformaður, sigur, at Kambur hevði stívliga 200 tons - ella 400.000 pund - sum teir høvdu fiskað í íslendskum sjógvi. 

 

- Hetta má sigast at vera ein rættiliga góður túrur hjá línuskipinum. Veiðan varð løgd upp á frystigoymsluni í Kollafirði, sigur Niclas Davidsen.