Kambur á Fuglafirði við fullari last

Veiðan verður løgd upp til Bergfrost, sum eigur og rekur tríggjar av frystitunlunum í Fuglafirði.

Línuskipið Kambur, sum hevur roynt á Flemish Kap, er komin á Fuglafjørð við millum 200 og 210 tonsum av toski, sum teir hava fryst. 

 

Veiðan verður løgd upp til Bergfrost, sum eigur og rekur tríggjar av frystitunlunum í Fuglafirði.

 

Kambur gjørdi fleiri góðar túrar á Flemish Kap í fjør, tá teir vóru á ísfiskaveiði.

 

Í ár verður túrurin bert hin eini, tí kvotan har vesturi er uppfiskað og skipini, sum eru har yviri, gevast at fiska á midnátt í kvøld.

 

Skipari á Kambi er Mortan Mortensen á Eiði. Eins og aðrir línumenn harmast hann um, at kvotan á Flemish Kap í ár royndist so stokkut.

 

Kvotan á Flemish Kap er felagskvota, og í ár hava føroysku djúpvatnstrolararnir, sum eru har yviri, fiskað meginpartin av henni.