Kamban, penganeyð, viðurkenning og lygn

Eg fari beinanvegin at siga, at tá ið Hanus Kamban sigur í grein frá 13. september í bløðunum, og eg siteri:

Sum støðan er í Føroyum í løtuni, hava listafólk einki stað, hagar tey kunnu senda sínar umsóknir, t.e. ongan virkandi mentunargrunn. (Sitat endað)

Hetta er ikki satt, tí júst nú hevur Mantunargrunnur Føroya Løgtings havt fund og stuðla fleiri mennandi og góðum listafólkum! At Hanus Kamban so ikki hevur fingið nakað frá grunninum, ja tað er bara harmiligt! Og Fjølrit er eisini virkandi grunnur, sum stuðlar!

Nú lastar og niðurgerð hesin Hanus Kamban alt virksemi hjá Mentunargrunni Føroya Løgtings seinastu 22 árini, og sigur, at hann hevur skrivað (citat): so at siga lønarleyst!

Ikki fyrr enn fyri fáum døgum síðani fekk eg at vita, at hesin sami Hanus Kamban er hin sami Hanus Andreasen, og er mín spurningur tí til henda mann:

Hvør hevur onga løn fingið - Hanus Kamban ella Hanus Andreasen?

So nýtur Hanus Kamban eitt dømi við júst heiðraða rithøvundanum Jóanes Nielsen, sum verður tikin fram sum pengamaskina, og sigur um seg sjálvan livandi í oyðimørk, og eg siteri: Hjá mær, eins og hjá teimum flestu í mínum bólki, er støðan tann øvuta. (Sitat enda) Og vit kunnu leggja aftrat, at støðan hjá Hanusi Kamban er tann øvuta tí hjá Jóanesi Nielsen!

Tá ið Hanus Kamban sigur, at eg sum skrivandi maður livi í somu oyðimørk sum hann og sama »bólki«, so skal eg upplýsa mentamálaráðharranum, at tað geri eg ikki! Frá 1994 og til dagin í dag gav eg 8 bøkur út! So eg veit ikki, hvønn »bólk« Hanus Kamban sipar til, men tað kann hugsast at verða bólkurin við Hanusi Kamban, Róa Patursyni, Ebbu Hentze og øðrum landskassariknum høvundumum í Havn, sum ikki hava annað at skriva um enn onnur, sokallaðir limir í Interrós?!

Og eg fari eisini at viðmerkja nýggju kunngerðina til Mentunargrunn, tá ið hon verður kunngjørd, tí tá henda nýggja skipan kemur í gildi, tá verður ikki tespiligt hjá okkum høvundum sum búleikast uttan fyri Havnina! Tá ið Hanus Kamban skal fáa 3 ára legat úr Mentunargrunninum uppá 700.000 krónur, tá verður ikki nógv eftir í grunninum at stuðla øðrum við, tað sigur seg sjálvt!

Nú sigur kanska onkur, jamen øll skrivandi hava møguleika at søkja um 3 ára legat. Men øll hava ikki møguleika at fáa tað! Tá ið »bólkurin« hjá Hanusi Kamban kemur framat nýggja Mentunargrunninum saman við Mentamálastýrinum, tá er einki sum eitur rithøvundur á bygd longur!

Lesi svarið frá nýggja mentamálaráðharranum í Dimmu leygardagin til henda sama Hanus Kamban, so síggja tit hvønn veg tað gongur! At ein mentamálaráðharri orðar seg soleiðis á so ódiplomatiskum støði, sum Torbjørn Jacobsen ger, sigur mær sera nógv! Og eg taki ikki hædd fyri, at nýggi mentamálaráðharrin júst hevur tikið við starvinum sum landsstýrismaður, tí Torbjørn Jacobsen veit væl, hvør ætlanin er við nýggja Mentunargrunninum! Seinastu tíðina hava jú fullveldis skaldini fingið stórar peningaupphæddir frá landsstýrinum, og hetta bara stendur við og versnar so hvørt Mentamálastýrið og mentamálaráðharrin koma meiri og meiri inn í mentanina!

Og ikki at gloyma Útvarps- og Sjónvarpsnevndirnar, sum settar vórðu herfyri av táverandi mentamálaráðharra og Mentamálastýrinum, men sum seinni vórðu avdúkaðar, tíbetur!

Hetta er fullveldis gongdin á mentunarliga økinum, men henda gongd er ikki bert galdandi innan fyri mentan, hetta verður framtíðin á øllum økjum!

At enda fari eg at spyrja mentamálaráðharran, um Hanus Kamban hevur gjørt nakra avtalu við mentamálaráðharran um at fáa stróran fullveldis stuðul, tí soleiðis er orðaljóðið og andin bæði í brævinum hjá Hanusi Kamban og aftursvarinum hjá mentamálaráðharranum?


Ólavur í Beiti

rithøvundur