Kamarkór við sumartónum

Mikudagin 27. juni klokkan 19 syngur Tórshavnar kamarkór í Listskálanum í sambandi við Summartónar

Høvuðsinnihald í skránni hjá kórinum er nýggjari føroyskur kórtónleikur.

Høvi verður at hoyra fleiri av nýggjaru føroysku kórperlunum, sum eru skrivaðar seinastu 15 árini. Tónaskøldini, sum eru umboðað, eru Sunleif Rasmussen, Unn Patursson, Bjarni Restorff, Pauli Hansen, Kári Bæk og Pauli í Sandagerði, sum hava skrivað tónleik til yrkingar eftir William Heinesen, Róa Paturson, Karsten Hoydal og J.H.O. Djurhuus.

 

Tað nýggjasta verkið á skránni er yrkingin hjá William Heinesen ?En ballade om gamle riddersmænd?, sum Atli K. Petersen hevur skrivað tónleik til fyri 3 árum síðani og sum Kamarkórið frumframførdi á várkonsertini í mai í ár.

 

Tórshavnar kamarkór er mannað við 25 royndum sangarum. Kórleiðari er Kári Bæk.