Kalvabátarnir góðan fiskiskap í Íslandi

- Kvotan verður helst uppfiskað, tá ið hesin mánaðin er hálvrunnin, sigur Jón Nolsøe Olsen, reiðari.

Fiskivinna

Trý føroysk skip fiska kalva í íslendskum sjógvi. Tey eru Gullborgin og Fuglfirðingur, sum eru heimahoyrandi í Fuglafirði og Turid, sum er úr Klaksvík.
Skipini fóru úr Føroyum fyrst í juni, tá ið loyvt var at fiska kalva undir Íslandi. Samlaða kvotan er 80 tons av rundari vekt og 66 tons, tá ið kalvin er heysaður.


Góður fiskiskapur

Jón Nolsøe Olsen sigur, at í byrjanini gekst ikki so væl hjá bátunum, men skjótt fekst væl av kalva, og í seinastuni hevur fiskiskapurin verið góður.
Sum skilst, hevur Fuglfirðingur, sum Andrias Johannesen førir, fingið størstu nøgdirnar. Herfyri høvdu teir fiskað 18 tons, og Jón metir, at teir nú hava fingið eini 22 tons av heysaðum kalva.
Jón veit eisini at siga, at Gullborgin landaði á Patriksfjørðinum seinast í farnu viku.
- Tað hevur gingið so væl hjá bátunum, at kvotan helst verður uppi, tá ið juli mánaði er hálvur, sigur Jón Nolsøe Olsen.