Kalsoyggin leggjast undir Klaksvíkar kommunu

Húsa kommuna megnar ikki longur at liva upp til vaksandi krøvini frá landinum, og hevur tí biðið um samráðingar við Klaksvíkar kommunu um samanlegging. Klaksvíkar Býráð er jaligt fyri at fara undir samráðingar

Samanlegging

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Tá býráðsfundur var í Klaksvík í gjár, var eitt av málunum á skránni ein møgulig samanlegging millum Húsa kommunu og Klaksvíkar kommunu.

Eftir innleiðandi samskifti millum borgarstjórarnar báðar, hevði Kristian Hansen, borgarstjóri í Húsa kommunu, boðað frá, at kommunan er áhugað í einari samráðingartilgongd um samanlegging.

Borgarstjórin í Húsa kommunu, Kristian Hansen, sigur, at støðan er tann, at Húsa kommuna, sum umfatar bygdirnar Húsar og Syðradal, er fíggjarliga illa fyri, og at raksturin er blivin for tungur í mun til inntøkurnar.

- Til uppgávurnar, sum liggja fyri framman, er ringt at síggja sær, at kommunan er før fyri at lyfta tær uppgávurnar, sum vit skulu, segði Kristian Hansen við Rás 2 í gjár.


Kloakkin tyngir

Kristian Hansen vísir á, at millum tær tungu íløgurnar, sum skulu gerast, er tað serliga kloakkviðurskiftini, sum skal verða liðugt í 2015, sum enn liggur á láni.

- Á Húsum er eitt sindur gjørt, men har manglar nógv, og í Syðradali er einki gjørt. So tað er ein somikið stór íløga, sum eg rokni við at kommunan ongan kjans hevur at lyfta, sum støðan er nú, staðfestir Kristian Hansen, borgarstjóri í Húsa kommunu.

Kristian Hansen sigur, at eisini í samband við skúlan, er tungt hjá kommununi at lyfta uppgávurnar.


Tíðin farin frá smáum kommunum

Húsa kommuna er millum tær minstu í landinum, og fólkatalið í kommununi er 57 fólk, harav nógv børn eru, og sjey børn í skúlaaldri.

Tískil eru tað fáar herðar, sum skulu bera tær íløgurnar, sum liggja fyri framman.

Kristian Hansen heldur, at tíðin talar fyri, at mann skalerar saman í eina størri eind, tí at uppgávurnar, sum nokk verða lagdar út á kommunurnar, verða ov stórar fyri eina so lítla kommunu, sum Húsa kommuna er.


Vónar loysn til næsta væl

Borgarstjórin í Húsa kommunu sigur, at tað, sum tey stíla fram móti er, at kommunusamanleggingin verður veruleiki áðrenn næsta val, tá kommunur ikki hava loyvi at leggja saman millum tvey val.

- Vit hava tosað um, at innanfyri tvey ár, at koma á mál við einum samráðingarúrsliti, sigur Kristian Hansen.

Hann ásannar, at soleiðis sum landið liggur nú, so verður tað bert Klaksvíkar kommuna eftir næsta val, og ikki Húsa og Klaksvíkar kommuna, og at sum hann skilur á klaksvíkingum, so eru teir eisini opnir fyri at restin av Kalsoynni eisini kemur undir Klaksvíkar kommunu.