So hevur Víkingur alment váttað, at Poul Kallsberg tvey tey næstu árini fer at eiga heimavøll í Sarpugerði. In.fo visti 27. oktober at siga, at sáttmáli var undir skrivaður millum Poul Kallsberg og Víking.
Víkingur skrivar soleiðis í kvøld:
Strandingurin Poul Kallsberg hevur gjørt ein 2 ára sáttmála við Víking.
Poul er 19 ára gamal, og hevur inntil nú bert umboðað barndómsfelagið Skála, har hann farna kappingarár skoraði seks mál. Eisini hevur Poul spælt 17 U-landsdystir.
Poul er ein spennandi ungur leikari, sum vit gleða okkum at síggja meir til.
Vælkomin í Sarpugerð!
Soleiðis skrivar Víkingur.
Leinkjan til greinina 27. oktober er her
https://in.fo/news-detail/flytur-av-skala-og-i-sarpugerdi









