Uttanríkispolitiski leiðarin í ES, estiska Kaja Kallas, vónar, at ES-londini fara at semjast um ein 18. sanktiónspakka móti Russlandi í dag ella í morgin.
Tað segði hon í dag undan fundinum við uttanríkisráðharrarnar hjá ES í Brússel.
- Vit vóna, at vit samtykkja 18. revsipakkan antin í dag ella í morgin.
- Eg vóni, at tað verður í dag, men enn er nakað av arbeiði eftir at gera, sigur Kallas.
Higartil hevur tað ikki eydnast Kallas at seta revsipakkan í verk, tí hann skal samtykkjast einmælt av teimum 27 ES-londunum.
Danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen er eisini bjartskygdur um samráðingarnar í dag.
- Vit eru sera, sera tætt knýtt at hvørjum øðrum. Um tað verður í dag ella í morgin, veit eg ikki, men eg eri sannførdur um, at vit eru nær, sigur hann undan fundinum í dag.
Forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, hevur fyrr blokerað uppskotið. Hetta varð gjørt sum ein mótreaktión uppá eitt uppskot frá ES-nevndini um at banna innflutningi av russiskum gassi frá 2027.
Fico heldur, at Slovakia ikki kann klára seg uttan russiskt gass.
Eftir samráðingar millum ES-nevndina og Slovakia verður nú hildið, at landið er meira sinnað at geva grønt ljós til revsipakkan.
Malta hevur eisini víst á ivasemi viðvíkjandi samtyktini av 18. revsitiltøkupakkanum.
Pakkin við revsitiltøkum miðar ímóti russiskum vinningi á orkuøkinum, russiskum bankum og russisku hernaðarvinnuni.
Eitt uppskot er at lækka oljuprísloftið úr 60 dollarum niður í 45 dollarar fyri tunnuna.
Hetta er ætlað at hjálpa til við at minka um vinningin hjá Russlandi og trýsta Russland til at seta seg við samráðingarborðið.
Maltesar óttast fyri, at tiltakið fer at raka maltesisku shippingvinnuna, serliga tí USA enn ikki hevur játtað at fylgja átakinum, soleiðis sum ES annars hevði vónað.
Malta óttast sostatt eina skeikling á altjóða marknaðinum.
Malta hevur ein stóran tangaskipaflota, og búskapurin í landinum er nógv treytaður av flutningi av olju.
Lækkingin av oljuprísloftinum kom sum uppskot á fundi í G7-londunum, sum eru Týskland, Frakland, Bretland, Italia, Japan, Kanada, ES og USA.
Oljuprísloftið varð avtalað av G7-londunum í 2022 og er sett á eitt støði, sum fer at minka um inntøkurnar hjá Russlandi, samstundis sum alheims orkumarknaðirnir verða hildnir støðugir gjøgnum framhaldandi veiting.
Prísloftið bannar handli við russiskari ráolju, sum verður flutt við tangaskipum, um goldni prísurin er omanfyri 60 dollarar fyri tunnuna.
Prísloftið bannar eisini reiðaríum, tryggingar- og endurtryggingarfeløgum at handfara farm av russiskari ráolju um allan heimin, um hon ikki varð seld til ein prís, sum er lægri enn prísloftið.
/Ritzau/