Samanlegging
Í 1997 kom lógin um fjarskifti í Føroyum, sum avtók einkarrættin hjá Føroya Tele (tá Telefonverk Føroya Løgtings). 3. oktober 2000 varð TeleF sett á stovn, tá ið føroyska Tele Tænastan og Íslandssími valdu at seta tveir líka stórar partar í hesa nýggju fyritøkuna. Tann 14. desember 2000 varð skipanin hjá TeleF alment tikin í nýtslu. Eitt sindur eftir hetta kom Kall eisini á marknaðin við teirra loysnum á fastnetøkinum. Felagið varð upprunaliga stovna í 1999 og kallaðist tá fyri Alnót, men helt, tá ið virksemi av álvara skuldi fara at byrja, at eitt nýtt navn var hóskandi.
Leygardagin 24. novmember vórðu Kall og TeleF so samanlagdar. Síðani í summmar hava fyritøkurnar báðar samrátts um, hvussu ein samenlegging skuldi skipast. Eftir at tað praktiska og løgfrøðiliga nú er komið upp á pláss, er einki sum eitur TeleF til longur ? í øllum førum ikki innanfyri føroyskt fjarskifti. Tað er nevniliga soleiðis, at Kall var tann av teimum báðum peningaliga sterkari fyritøkan, soleiðis at tað verður Kall navnið, sum verður varðveitt, og partareigararnir í Kalli eiga framvegis størsta partin av ?nýggja? Kalli.
Styrkt felag
Á eykaaðalfundinum hjá Kalli 24. november skuldi alt tað praktiska viðvíkjandi samanleggingini fáast upp á pláss. Ein nýggj nevnd varð vald. Í nýggju nevndini sita: Óli Hansen, Jan Otto Holm, Halvor Snarvold, Oskar Magnusson og Billy Hansen. Hesir umboða allir hvør sín av teimum stóru íleggjarunum í Kalli. Óli Hansen er formaður fyri nevndina, og hann umboðar Framtaksgrunn Føroya. Kaupthing, Íslandssimi og Tallaton Holdning eiga 17% av Kalli og Tele Tænastan eigur 13%. Tey írestandi 5 prosentini eiga aðrir smærri føroyskir íleggjarar. Tallaton Holdning er ein svenskur grunnur, sum ger íløgur í ymiskt. Íslandssimi er eitt stórt íslendskt fjarskiftisfelag og Kaupthing er eitt íløgufelag.
Fyriuttan at leggja báðar fyritøkurnar saman í eina fyritøku, so varð eisini partapeningurin hækkaður. Sum nú er, so er samlaði ílagdi kapitalurin í Kalli 24,5 mió kr.
Bjarni Askham Bjarnason sigur, at teir seinastu tíðina hava nýtt nógva tíð og orku til sjálva samanleggina, soleiðis at teir ikki eru komnir so langt ávegis við framtíðar ætlaninum, men teir ætla at koma út á marknaðin við fleiri og nýggjum tænastum. Eisini á GSM-økinum ætla at fara at gera seg galdandi, men teir vilja als ikki seta nakra tíðaravmarking fyri, nær henda verkætlanin skal vera liðug.
Bæði stjórin og formaðurin leggja stóran dent á, at serliga við hesum nýggja ílagda kapitalinum, so hava íleggjararnir víst, at teir trúgva upp á fyritøkuni, og teir fara nú av álvara undir at kappast við Føroya Tele.
Skifta yvir
Sum nú er eigur Kall umleið 10% av føroyska marknaðinum á fastnetøkinum. Teir umleið 700 kundarnir hjá TeleF fáa allir at vita í teirra næstu rokning, at teir eru skiftir yvir til Kall. Tað vera verandi prísirnir hjá Kalli, sum vera galdandi í nýggju fyritøkuni.
Tað er ikki enn greitt, hvussu tað verður við starvsfólkunum hjá TeleF í nýggju fyritøkuni. Uppgávan hjá stjóranum næstu tíðina verður at fáa fyritøkurnar báðar at hanga saman og at finna útav og sjálvandi eisini, hvussu felagið skal mannast í framtíðini.
Billy Hansen, sum var stjóri fyri TeleF, heldur áfram í Kalli, har hann skal arbeiða sum sølustjóri umframt at sita í nevndini.










