USA
Fiskiveiðimyndugleikarnir í statinum, Kalifornia við kyrrahavsstrond USA?s, hava sett bann fyri trolveiði eftir rækjum (spot prawns).
Endamálið við avgerðini er at verja nøkur fiskasløg, ið fáast sum hjáveiða í rækjufiskiskapinum.
Í fjør varð trolveiða eftir botnfiski næstan steðgað útfyri strondini í Kaliforniu, veit tíðindatænastan, The Wave, at siga.










