Kalendarin hjá Deyvafelagnum

Jólini nærkast, og so spakuliga byrjar jólahýrurin at stinga seg fram. Og nú er so smátt byrjað at selja jólakalendarar kring tey mongu húsarhaldini í Føroyum.
Deyvafelag Føroya hevur aftur í ár prentað ein sera snotuligan jólakalendara í og í hesum døgum verður hann seldur kring oyggjarnar.
Hermundur Aachariassen, sum er deyvur, hevur teknað kalendaran, og pengarnir, ið koma inn fara til Deyvafelagið og Grunn Teirra Deyvu.
Jólakalendarin kostar 50 krónur, og er samstundis eisini ein lutaseðil við gávukortum sum vinningar. Tríggjar ferðir verður trekt áðrenn jól. Tann 1., 3. og 10. desember.
Deyvafelagið sigur í tíðindaskrivi, at fegnast um góða stuðulin seinastu árini og vóna, at undirtøkan verður eins góð í ár og undanfarin ár.