Tórshavnar kommuna er fjølbroytt og margfeldið er stórt. Nógvar vakrar bygdaperlur og oyggjar eru í kommununi, men á fleiri økjum eru bygdirnar gloymdar. Tí mugu tær raðfestast hægri.
Nú havi eg serligan tokka og alsk til Kaldbak, tí ættarbondini í móðurætt eru har. Havi frá barnsbeini ferðast nógv til bygdina og var fyrst í nítiárunum lærari í Kaldbak í fimm ár.
Fleiri bústaðarmøguleikar
Kaldbak er gomul bóndabygd, har tilverugrundarlagið í høvuðsheitum var landbúnaður. Eftir at vegasamband til Kaldbak kom í 1980, vaks bygdin, men í dag er tað trupult hjá teimum ungu at seta búgv í bygdini. Eitt øki er lagt út til seks grundstykki, men tørvur er á fleiri grundstykkjum.
Tórshavnar kommuna eigur eisini í samstarvi við Kaldbaksnevndina at kanna møguleikarnar at byggja eldraíbúðir, so fólk kunnu vera búgvandi í heimbygdini á ellisárum.
Bygdavegurin má breiðkast
Bygdavegurin í Kaldbak er smalur og hevur einki veruligt víkipláss. Nógv og tung ferðsla koyra á vegnum hvønn dag. Tá bilar møtast, noyðist annar bilførarin at steðga, bakka ella koyra út í vegjaðaran, so hin kann koyra framvið.
Kaldbaksfólk skulu av bygdini til arbeiðis og í skúla aðrastaðni, bussur koyrir aftur og fram nakrar ferðir um dagin, og børn og vaksin eru til gongu, á súkklu ella renna sær ein túr.
Tórshavnar kommuna eigur at raðfesta henda vegin og annaðhvørt breiðka hann ella gera fleiri víkipláss til tess at økja um ferðslutrygdina.
Ítróttar- og bygdarhús
Tað ljóðar, at tað er komið undir land at byggja ítróttarhøll/bygdarhús í Kaldbak. Í sambandi við hesa ætlan hevur tað týdning at hugsa um tað estetiska, so høllin ikki misprýðir hugnaliga bygdarlagið við gomlu kirkjuni, kirkjugarðinum, skúlanum og vakra bønum.
Somuleiðis er neyðugt, at virknismøguleikarnir í húsinum eru í samljóði og samsvarandi ynskjunum hjá bygdarfólkinum.
Betri lendingarviðurskifti
Sum er, kunnu bátar ikki liggja í bátahylinum í Bíggjarstøð alt árið. Ábøtur eiga at verða gjørdar í støðni, soleiðis at bátar tryggir kunnu liggja har størri part av árinum.
Harafturat eigur kommunan at miða eftir at gera ein veruligan bátahyl inni í Kaldbaksbotni til gagns fyri alt fólkið við fjørðin.
Sandurin í Botninum
Sandurin í Kaldbaksbotni var áður nógv størri, enn hann er í dag. Hann varð á sinni brúktur sum byggitilfar kring landið. Hesin grevstur steðgaði, tá bøndur í Kaldbak síðst í fimmti-árunum vunnu sakarmál í landsrættinum.
Tað hevði verið gagnligt fyri náttúru, margfeldi og umhvørvi sum heild, um meir sandur varð lagdur í Kaldbaksbotn, so fjøran og sjóvarmálin kundi verið ein frístaður fyri børn og vaksin. Á sandinum er vanligt at síggja nógv fólk við tráðu um summarið, tí har eru sjósíl og laksur. Hevði sandurin verið størri, var rúmsáttari hjá børnum at spæla og hugna sær har, meðan tey vaksnu kundu sitið og fingið sær ein kaffimunn og notið friðsæluna og vøkru náttúruna við Kaldbaksfjørð.
Betri samstarv við staðbundnu nevndina
Samskiftið og samstarvið millum staðbundnu nevndina og kommununa skal styrkjast og mennast. Tá avgerðir verða tiknar, skulu tær verða grundfestar í áskoðan og tørvi hjá teimum trimum bygdunum við Kaldbaksfjørð, Sund, Kaldbaksbotn og Kaldbak. Hesar bygdir hava seinastu árini í ríkiligt mát merkt sviðan av, at tær ikki eru tiknar við upp á ráð, t.d. kann nevnast í sambandi við vinnuøkið á Sundi og grótið úr Eysturoyartunlinum.
Um mær verður víst álit frá veljarunum 10. november, fari eg ikki bara at raðfesta Kaldbak høgt, men eisini allar hinar bygdirnar og oyggjarnar í kommununi.
Høgni Joensen
Valevni á lista C