Í 2017 stovnaðu fýra vinkonur fólkatónleikabólkin Kalas. Hóast tær allar byrjaðu sum klassiskir tónleikarar, fullu tær fyri fólkatónleiki á fólkatónleikarastevnu í Finnlandi í 2017.
Eftir hetta varð Kalas veruleiki, og síðani hava tær havt óteljandi framførslur bæði heima og burturi – serliga á fólkatónleikastevnum. Og nú er tíðin búgvin, at Kalas kemur á landsins størsta tónleikatiltak at hava konsert.
Tónleikararnir í Kalas eru Døgg Jógvansdóttir úr Dímun (violin), Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen (akkordion), Bjørt Holm (sello) og Sigrið F. Hansen (kontrabass).
Í februar mánaði góvu tær ep-útgávuna Minnisgripir út, og á hesari útgávu eru nøkur av dýrabarastu tónleikaminnum teirra.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august.