Talan var ikki um skøvur, men buglur. Soleiðis segði løgmaður, Kaj Leo Johannesen um ríkisfelagsskapin, tá ES boytkottið av Føroyum var sett í verk.
Í dag er tað reparerað, og støðan er normalisera, segði hann á tíðindafundinum eftir ríkisfundin, sum var í Tinganesi kl 11.30 í dag.
Helle Thornings Schmidt vil somuleiðis vera við, at at ríkisfelagsskapurin er styrktur, tí tað eydnaðist at finna eina loysn uttan at tónin harðnaði so nógv, at tað oyðilegði ríkisfelagsskapin.
- Ríkisfelagsskapurin er av stórum týdningi fyri okkum, og eg vil gera nógv fyri, at halda saman uppá hann, segði Helle Thorning Schmidt.
Á fundinum var millum annað avgjørt, at Føroyar skulu vera partur av donsku vinnuframaskipanini, so føroyskar fyritøkur kunnu søkja um pengar í donskum vinnuframagrunnum.
Harumframt at Ph.D lesandi skulu kunnu søkja um pengar til verkætlanir í donskum grunnum.
Fyri at hoyra samrøðu við Helle Thorning Schmidt, trýst á pílin undir myndini