Kaj Leo hevur ætlanir við grótinum úr Sandoyartunlinum

Tað er sjálvsagt, at grótið verður lagt í Kirkjubø, heldur løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin

Tað er sjálvsagt, at grótið úr Sandoyartunlinum verður brúkt til at gera eina bakkaverju í Kirkjubø við tí endamáli at forða fyri, at fornminnini skola í í havið.

 

Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Og tí vil hann nú hava Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, at greiða frá um hetta er nakað, hon hevur í huganum.

 

Hann vísir á, at folk í Kirkjubø hava ferð eftir ferð víst á, at tað er átrokandi at gera ein verjugarð fram við bakkanum, tí havið máar so illa burtur av, at nú eru fornminni í álvarsligum vanda fyri at verða tikin av brimi. Tí vil Kaj Leo Holm Johannesen hava at vita, um nøkur beinleiðis tørvsmeting er gjørd um, hvussu stórur tørvurin á eini bakkaverju í Kirkjubø, er, og um nøkur ætlan er um at gera eina bakkaverju.

 

Hann vil eisini hava at vita, um ætlanin er at biðja Løgtingið um pengar til eina bakkaverju og um Rigmor Dam hevur tosað við landsstýrismannin í samferðslumálum um at fáa grót úr Sandoyartunlinum til ein slíkan verjugarð.

 

 

Annars hava aðrar ætlanir verið við grótinum og tað kanst tú lesa um her: Vil gera stórt ídnaðarøki á Gomlurætt

 

Annars hevur bóndin í Kirkjubø eisini eitt uppskot: Soleiðis verða allir partar vinnarar

 

 

 – Landið hevur ábyrgdina av forminnunum í Kirkjubø og hevur tí skyldu at tryggja tey, heldur Kaj Leo Holm Johannesen. Og nú farið verður undir at bora Sandoyartunnilin, heldur hann, at tað hevði verið sjálvsagt at brúkt hetta grót til eina bakkaverju í Kirkjubø og tí heldur hann, at tað er ein gyltur møguleiki at gagnnýta grótið, og at fáa bakkaverjuna gjørda.