Kaj Leo hevur mót uppá meira

Ungi gøtumaðurin, Kaj Leo Bartalsstovu, sum í fleiri ár var millum profilarnir í føroysku deildini spælir nú í norskum fótbólti.

Í fleiri ár var ungi gøtumaðurin, Kaj Leo í Bartalsstovu verið millum teir mest lovandi leikararnar í føroysku deildini. Tí kom tað ikki óvart á nakran, at Kaj Leo undan kappingarbyrjan í ár valdi at skifta til norskan fótbólt.

 

Ætlanin var upprunaliga, at Kaj Leo undan ársbyrjan til kappingarárið í 2013 skuldi spæla við útlendskum felagið. Tá royndarvandi Kaj Leo millum annað við einum hollendskum felagið, har tað var nær við at sáttmáli spurdist burturúr.

 

Í ár bragdaði so hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, tá hann í januar mánaða skrivaði undir sáttmála við norska felagið Levanger FK. Levanger FK er eitt felag, ið leikar í triðbestu norsku deildini. Í løtuni liggur Levanger FK á triðja plássið í triðbestu deildini. Tí eru útlit fyri, at felagið kann flyta upp, tá kappingin endar síðst í oktober.

 

Longri samrøða við Kaj Leo í Bartalsstovu og umboðsmannin hjá honum, vera at lesa í mánadagsblaðnum hjá Sosialinum.