Kaj Leo gevur Aksel durafjórðingin

Vit hava ikki ráð til veitsluna hjá Javnaðarflokkinum, sigur løgmaður

Vit hava ikki ráð til brúksveitsluna hjá Javnaðarflokkinum, sigur løgmaður.

 

Skal Javnaðarflokkurin gera sær vónir um at koma í eina samgongu við Sambandsflokkin, skal hann strika vallyftini á landsfundinum í morgun.

 

Tað ger løgmaður greitt nú seinnapartin.

 

Javnaðarflokkurin hevur havt landsfund hetta vikuskiftið og har varð borðreitt við skattalætta, ókeypis barnaansing og ymsum tilfeingisgjøldum.

 

Hesa seinastu tíðina hevur eisini verið nógv gitt um, hvørjar samgongumøguleikar, Javnaðarflokkurin hevur eftir næsta løgtingsval.

 

Allar veljarakanningar, sum eru gjørdar, geva nevniliga Javnaðarflokkinum so stóra framgongd, at øll hava tikið tað fyri at vera mestsum sjálvsagt, at hann verður tann flokkur, sum fer at skipa samgongu, og tað við formanni floksins, Akseli V. Johannesen, sum løgmanni.

 

Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin, og so eru bara tveir møguleikar eftir, Tjóðveldi og Sambandsflokkurin.

 

Tjóðskaparspurningurin kann verða ein forðing fyri eini samgongu við Tjóðveldi, tí Javnaðarflokkurin hevur staðfest, at hann er ein sambandsflokkur, samstundis sum Tjóðveldi vil hava fullveldið aftur á breddan.

 

Men á Landsfundinum í morgun, hevur Javnaðarflokkurin eisini lagt forðingar fyri eini samgongu við Sambandsflokkin.

 

Tað er bara ein samgongumøguleiki aftan á valið og tað er ein samgonga ímillum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, staðfestir løgmaður á Facebook nú seinnapartin.

 

Hann sigur, at samfelagið hevur ikki ráð til ta stóru brúksveitsluna, Javnaðarflokkurin borðreiðir við.

 

- Skattalætti uppá 200 til 300 milliónir til meðal og láglønt og ókeypis barnansing fyri einar 100 milliónir krónur. Hallið skal eisini burtur, tað er áleið 300 milliónir krónur, sum skulu til næstu árini.

 

Løgmaður sigur, at talan verður sostatt um eina rokning uppá 700 milliónir krónur. Og tað skal onkur rinda, tí einki er ókeypis.

 

- So har verður bert ein møguleiki eftir val, tað verður Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi.
 Hetta er so óseriøst at tað finst ikki orð, sigur ljóðar heilsanin á Facebook frá løgmanni til Javnaðarflokkin.

 

Hann staðfestir, at búskapurin hevur ongan møguleika at klára eina brúksveitslu, sum hesa.

 

- Hetta verða dýrast keyptu atkvøður í Føroya søgu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Men hann viðgongur, at tað ljóðar væl í oyrunum á veljarunum.

 

- Inntil man veit hvør fær rokningina, leggur løgmaður afturat.