Hann hevur verið býráðslimur í Havn, løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður.
Men nú gevst hann í politikki.
Kaj Leo Holm Johannesen varð fyrstu ferð valdur á ting á løgtingsvalinum 30. apríl í 2002 fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymoyar valdømi. Tá sat fullveldissamgongan við valdið, hon helt fram eftir valið í 2002, hóast hon misti meirilutan, tí tá fekk hon stuðul frá Miðflokkinum, sum kom upp í samgonguna.
Í 2004 gekk ikki so væl hjá Sambandsflokkinum, og Lisbeth L. Petersen legði frá sær sum forkvinna í Sambandsflokkinum beint eftir løgtingsvalið. Tað endaði við, at Kaj Leo Holm Johannesen varð valdur til formann.
Sambandsflokkurin kom tá í samgongu saman við Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum við Jóannes Eidesgaard sum løgmanni.
Eftir eitt hálvt hár við CHE samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin í 2008 varð ABC samgongan endurskipað – og nú við Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmanni.
##med2##
Hóast samgongan skrædnaði í januar í 2011, tí Fólkaflokkurin tók seg úr samgonguni, so holt hon fram við stuðli frá Tjóðveldi, tann sonevnda Makrelsamgongan. Val varð útskrivað í oktober í 2011, og Kaj Leo Holm Johannesen og Sambandsflokkurin fingu eitt kanónval. Kaj Leo Holm Johannesen helt fram sum løgmaður, men nú saman við Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýri. Tann samgngan sat til 2015.
Eftir eitt skeið í andstøðu – og eftir at vera farin frá sum floksformaður, gjørdist Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismaður í heilsumálum í samgonguni millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin í 2019 við Bárði á Steig Nielsen sum løgmanni.
Í fjør var Kaj Leo Holm Johannen burtur frá tingarbeiðinum vegna sjúku. Men hann kom aftur í tingið í januarmánaði, eftir at talarastólurin varð umbygdur soleiðis, at hann – og øll onnur rørslutarnað í koyristóli – sleppa upp á tingsins røðarapall.
##med3##
Sjálvt um Kaj Leo Holm Johannesen fyri tveimum árum síðani hevði boðað frá, at hann stillaði ikki uppaftur á næsta løgtingsvali, so hildu vit kanska, at hann nú hevði skift meining. Men tað hevur hann ikki.
– Øgiliga nógv fólk hava ringt til mín um at fáa meg at stilla uppaftur, men avgerðin er tikin og stendur við, sigur hann.
– Eg hevði boðað frá hesum og boðað familjuni frá, so eg vil heldur ikki skuffa tey, sigur hann.
– Eg fari nú at brúka tíðina upp á onnur ting, at gera nakað gott. Eg fari at brúka tíð upp á hetta áhugafelagið, vit hava stovnað, Skerdur førleiki, sigur hann.
– Og so fari eg eisini at skriva eina bók, eg fari at skriva endurminningar, sigur hann.
Hann viðgongur, at tað er ikki sørt sorgblítt soleiðis at gevast í politikki.
Trýst á myndina fyri at lesa greinina í Sosialinum 23. august í 2024.
Hann sigur, at tað krevjandi atlíð at vera á tindunum, og at honum dámar væl heldur at skula vera eitt sindur anonymur.
– Eg fari nú at royna at gera nakað annað. Eg síggi ongar forðingar at fara undir nakrar aðra spennandi verkætlanir. Eg ætli mær í øllum førum ikki at ganga fyri einki, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum nú endaliga hevur tikið støðu til, at hann ikki stillar upp á løgtingsvalinum 26. mars.













