Uppfinning
Ein av mest dálkandi og eitrandi keldunum á havinum er olja, sum verður pumpað í havið úr kjølinum á skipum.
Flestu skip og bátar, sum hava motor, missa nakað av olju niður í kjølin. Orsøkin kann vera, at motorurin lekur olju, men olja kann eisini fara í kjølin í sambandi við ymiskar umvælingar. Jú eldri motorurin er, tess meira olja lekur vanliga úr honum.
Tól fáast til keyps, sum kunnu skilja olju frá vatni, og slík eru eisini at finna umborð á flestu skipum. Men av ymiskum orsøkum eru hesi tól ikki nøktandi, og hetta er eitt stórt umhvørvisligt og heilsuligt vandamál.
Altjóða sjóvinnufelagsskapurin IMO ásetti í 1974, at ávísar skipastøddir og skipasløg skuldu hava tílíkar oljuskiljiskipanir, og ásett varð eisini, at serlig loggbók skal førast fyri skiljing og burturbeining av fráskildu oljuni.
Í byrjanini var eitt hámark sett fyri, hvussu reint lensivatnið skuldi vera, og í 1992 var hámarkið økt.
Í fyrsta umfari var talan um tað, sum rópt verður 100 partar av olju-/dálkaðum tilfari fyri hvørja miljón – og í øðrum umfari 15 partar av olju-/dálkaðum tilfari fyri hvørja miljón.
Yvirhøvur er tað soleiðis, at tær oljuskiljiskipanir, sum verða nýttar umborð á skipum í dag, ikki megna at røkka hesum máli.
Føroysk uppfinning
Nú hevur so vágbingurin, Kaj Joensen, ið er útbúgvin maskinist og sjálvur hevur siglt sum maskinmeistari og maskinstjóri í eini 25 ár, gjørt eina prototypu av eini oljuskiljiskipan, sum við smærri tillagingum kann koma at seta uppfinnaran og Føroyar á heimskortið innan menning av umhørvistøkni.
Skipanin, sum Kaj hevur ment, hevur nógvar og góðar eginleikar, sum verandi skipanir ikki hava.
Sjálvur sigur Kaj við Sosialin, at hann í fleiri ár sum maskinstjóri hevur gingið og hugsað um, hvussu olja, sum endar í kjalavatninum, betur kann skiljast frá vatninum, áðrenn lensað verður.
- Eg havi siglt sum maskinmeistari og maskinstjóri í nógv ár, og hesin tanki hevur javnan vent aftur í mær seinastu 20 árini.
Hann sigur, at tað var í mai/ juni mánaða í fjør, at hann av álvara fór at hugsa um, hvussu hann kundi viðvirka til, at ein betri loysn kemur á hesum øki.
- Eg gavst at sigla í fjør heyst, men havi verið onkran túrin síðan. Havi tó ikki verið bundin at nøkrum skipi, nú eg havi arbeitt við hesi skipan.
Kaj sigur, at hann rættiliga hevur hingið í og hevur roynt at vunnið undir land seinastu 2-3 mánaðirnar.
- Í dag stendur skipanin, sum byggir á samanseting av ymiskum kendum komponentum, í bilhúsinum hjá mær í Vági. Skipanin er ikki roynd umborð á nøkrum skipi enn, men við teimum royndum, eg havi sum maskinstjóri, ivist eg onga løtu í, at hon riggar eins væl umborð sum í landi.
Nýggja skipanin er roynd í einar tveir mánaðir.
Kaj sigur, at meðan aðrar tílíkar skipanir vanliga bara eru í gongd umborð á skipum, meðan lensað verður, koyrir skipanin hjá honum alla tíðina – og soleiðis skilir hon olju úr kjalavatninum alla tíðina.
Tøknin aftanfyri
- Skipanin byggir í høvuðsheitum á eitt flutningsband, sum gongur niður í kjølin og “sleipar” oljuna av yvirflatuni á kjalavatninum við sær upp í slammtanga. Bandið gongur heilt niður í kjølin, og sjálv reinsiskipanin er í erva.
Uppfinnarin sigur, at honum kunnugt er
henda skipanin, sum hann hevur sett saman, ongastaðni roynd áður.
- Eg havi ikki fingið patent upp á skipanina enn, men havi søkt um tað, leggur hann aftrat.
Kaj sigur, at eitt er, at skipanin tekur oljuna burtur úr kjalavatninum. Annað er, at hon tekur einki vatn við sær. Tað er so at siga bara olja, sum kemur í slamtangan.
- Við tað, at skipanin koyrir alla tíðina, heldur hon eisini kjalavatnið reint, soleiðis at ringur og óbehagiligur roykur ikki ferðast um maskinrúmið og skipið annars. Annað, sum eisini er tryggjandi við hesi skipan, er, at hon minkar um vandan fyri eldi av olju og eiturevnum, sum kunnu enda í kjølinum.
Fingið stuðul
Tað var í januar 2007, at Kaj Joensen vendi sær til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í umhvørvismálum við fyrispurningi um, hvørt tað var gjørligt at fáa fíggjarligan stuðul til eina skipan, sum hann hevði ætlanir um at menna innan skiljing av olju úr lensivatni hjá skipum.
Uppfinnarin metti, at eingin fullgóð teknisk loysn er fingin á hesum trupulleika, sum tískil er eitt framhaldandi vandamál og umhvørvismál.
Landsstýrismaðurin bjóðaði Kaj at koma í Innlendismálaráðið at leggja fram sína ætlan, og stutt eftir avgjørdi landsstýrismaðurin at veita uppfinnaranum 150.000 krónur av játtanini til umhvørvisverndartiltøk.
Peningurin skuldi nýtast til at menna eina
sonevnda prototypu av skipanini. Seinni avgjørdi landsstýrismaðurin at hækka játtanina í sambandi við fyrireiking av umsókn um patent.
Sjálvur fegnast Jacob Vestergaard um, at
landsstýrið soleiðis hevur verið við til at stuðlað eini verkætlan, sum ikki bert kann geva føroyska samfelagnum eitt vinnuligt íkast, men sum eisini kann vera við at ”branda” okkara vinnu og land í altjóða høpi.
Eitt av verandi vandamálum á hesum øki er, at tølini í loggbókini yvir oljudálkað kjalavatn ikki vera hildin at vera røtt, og tí verður eisini hildið, at trupulleikin við spillolju á havinum er nógv størri, enn tølini siga.
Orsøkin til støðuna er heilt einfalt hon, at tey tól og tær skipanir, sum higartil hava verið tøkar, als ikki eru nøktandi.
Royndir maskinstjórar siga, at verandi skipanir eru ringar at fáast við, sjálvt hjá vælútbúnum maskinmonnum. Hesar reinsa lutfalsliga smáar nøgdir av kjalavatni í mun til tørvin umborð og lensivatnið, sum kemur úr skipinum, er ikki nóg reint. Aftrat hesum er nógv vatn í fráskildu oljuni, og tí er kostnaðarmikið at fáa nakað burtur úr spilloljuni, tá hon er fingin upp á land til víðari nýtslu.
Nógvir fyrimunir
Í sambandi við ST-átakið “United Nations Environment Programme” er komið fram, at lensivatnið frá skipum helst er størsta einstaka kelda til dálking av heimshøvunum, tí hetta er nakað, sum hendir hvønn einasta dag – og allastaðni kring knøttin.
Stórir oljulekar henda sjáldan, og sum oftast verða myndugleikarnir varugir við dálkingina heilt skjótt. Tí ber vanliga til at byrgja oljuna inni og taka hana uppaftur.
Avleiðingarnar av oljudálking á havinum kunnu vera ógvusligar. Talan kann bæði vera um umhvørvisligar og búskaparligar avleiðingar. Nógvar livandi verur ganga til grundar ella gerast sjúkar. Nógvur fuglur, fiskur og havsúgdýr doyggja av oljudálking á hvørjum ári, og tilhaldsstøð teirra verða oyðiløgd.
Oljuskiljiskipanin hjá Kaj Joensen verður ikki serliga kostnaðarmikil, og hon kann lagast til bæði stór og smá skip.
Av eginleikunum, sum henda skipan hevur, kunnu nevnast, at skiljingin fer fram alla tíðina, at skipanin kann lagast til stødd á skipi og innrætting av maskinrúmi, lensivatnið, sum kemur úr skipanini, er sera reint, og lítið av vatni er í oljuni, sum verður skild frá.
Aftrat hesum kemur, at hon er einføld, løtt at arbeiða við og løtt at viðlíkahalda.
Nýggja skipanin fer eisini at gagna fólkaheilsuni og trivnaðinum, bæði umborð og hjá fólki á landi.
Mett verður, at nýggja uppfinningin fer at styrkja ímyndina av reinleika í føroysku náttúruni.
Tøknin hjá Kaj Joensen kann gerast ein sonn kollvelting innan umhvørvisvernd, heilsu og trygd á sjónum.
‘