Granskarar frá Boston University og Harvard Medical School hava gjørt eina kanning sum vísir, at kvinnur, ið hvønn dag drekka fýra koppar av kaffi ella meira, eru 57 prosent minni útsettar fyri at fáa gikt, enn tær, ið als ikki drekka kaffi. Tveir til fýra koppar av kaffi um dagin minka møguleika fyri at fáa gikt við 22 prosentum, meðan 1 koppur av kaffi minkar vandan við trimum prosentum.
Hetta úrslitið kemur eftir eina 26 ára langa kanning, har drekkivanarnir hjá 90.000 amerikonskum sjúkrasystrum eru kannaðir.
Gjøgnum hesi árini fingið umleið 900 av kvinnunum gikt. Tá granskararnir hugdi eftir drekkivanunum hjá kvinnunum gjørdist greitt, at tær kvinnur, ið høvdu drukkið mest kaffi hesi árini, vóru minst útsettar fyri at fáa gikt.
Granskararnir vita ikki hví kaffi hevur hesa jaligu ávirkan, men helst er tað ikki júst koffeini, ið gevur hesa ávirkan, tá ið kvinnurnar drukku kaffi bæði við og uttan koffein.
Men í einari aðrari kanningarverkætlan vísir tað seg, at koffein helst er gagnligt fyri tey, ið hava Parkinsons, og at nógv kaffi kann fyribyrgja hesa sjúkuna.