KAF hevur ongar heimildir

Jarvin Feilberg Hansen
----

Vit hava eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag, sum nevnist KAF. Allar kommunurnar í KSF, Kommunu samskipan Føroya og FK, Føroya Kommunufelag eru umboðaðar í KAF. Kommunala arbeiðsgevarafelagið heur m. a. til uppgávu at samráðast vegna sínar limir.
Føroya pedagogfelag hevur 2 sáttmála(mót)partar. KAF og Fíggjarmálaráðið. KAF umboðar kommunurnar, sum reka dagstovnaøkið og FMR, sum rekur landsins stovnar, t. d. Sambýlir og vard verkstøð.
Støðan, sum partarnir eru í í dag, er tíanverri ikki ókend. Vit hava 2 sáttmálamótpartar, har annar snøgt sagt onki hevur at siga! Hesin parturin eitur KAF. Tað ber ikki til hjá hesum sáttmálaparti at gera ein sáttmála ella aðra avtalu við eitt felag uttan at FMR hevur góðkent og blástemplað sáttmálan ella avtaluna fyrst.
Mín spurningur til allar kommunur er tískil: Finna tit tykkum í hesum. Ein borgarstjóri, er hann nevndur er hann kendur, segði einaferð: »Tann, sum skal gjalda – hann skal valda« – men hetta síggja vit ikki nógv til í hesum døgum.
Til landins leiðslu: Hvussu er so við sambýlum, vardum verkstøðum o. ø. Spart er inn á bein hesi síðstu árini – og starvsfólkini, sum tó so hava valt at starvast innan hetta økið hava bert havt sín fakliga stoltleika at halda seg til. Er tað hetta tit vilja?