Kaðalslit: Hava funnið sleipispor eftir havbotninum

Sambært svensku kriminalløgregluni stavar sporið eftir øllum at døma frá tangaskipinum, Eagle S, sum var á veg úr Russlandi

 

Finska løgreglan hevur nú funnið eitt fleiri kilometrar langt "sleipispor" eftir havbotninum í Eystursjónum.

 

Sambært svensku kriminalløgregluni bendir alt á, at sporið stavar frá tangaskipinum, Eagle S, sum sigldi úr Sankta Pætursborg í Russlandi.

 

Skipið hevur verið undir illgruna fyri at hava framt herverk á Estlink 2-streymkaðalin millum Finnland og Estland.

 

Fleiri aðrar illgrunasamar hendingar hava verið við kaðalslitum í Eystursjónum seinastu tíðina.

 

- Við undirsjóvarkanningum er okkum higartil eydnast at staðfesta sleipispor eftir havbotninum - frá byrjan til enda. 

 

Tað sigur kanningarleiðarin hjá finsku kriminalløgregluni, Sami Paila, í tíðindaskrivi, sum finska ávísin, Hufvudstadsbladet, var millum fyrstu miðlar at bera.

 

Verdens Gang veit at siga, at Eagle S er undir illgruna fyri at vera ein partur av russiska "skuggaflotanum", men skipið hevur ikki heimstað í Russlandi.

 

- Tað kann taka mánaðir at umvæla skaðan á Estlink 2-streymkaðalin, og í løtuni órógvar vánaliga veðrið á leiðini eisini kanningararbeiðið.

 

Lagt verður aftrat, at tað var jóladag, at streymkaðalin millum londini fórst, og staðfest er av svensku kriminalløgregluni, at Eagle S hevur mist annað ankarið.

 

##med2##

 

Myndin er tikin, tá finska kriminalløgreglan fóru niður á skipið, Eagle S