Kabinuskutari á trimum hjólum

Fleiri hava ivaleyst lagt til merkis eitt løgið reytt akfar á trimum hjólum í ferðsluni í høvuðsstaðnum. Talan er um ein BMW Isetta kabinuskutara frá 1960, sum Per á Hædd fotografur hevur keypt úr Danmark

Reyði BMW Isetta kabinuskutarin, sum Per á Hædd herfyri keypti úr Danmark, fær fólk at venda sær í ferðsluni. Hann sær rættuliga sermerktur út við trimum hjólum og einastu inngongd til kabinuna gjøgnum eina hurð framman.


BMW Isetta vórðu gjørdir frá 1955 til 1962 í tilsamans 161.728 eindum. Talan var um ein innilokaðan skutara við trimum hjólum og tveimum sitiplássum, ein sonevndan kabinuskutara.


Per á Hædd sigur, at tá hann var smádrongur í Klaksvík, vóru onkrir Isetta kabinuskutarar har. Hann minnist t.d. at Axel Petersen, sum var posthúsleiðari í Klaksvík, hevði ein reyðan BMW Isetta, sum konan, Esther fyri tað mesta koyrdi við.


Kabinuskutarin hjá Per er ein BMW Isetta 300, árgang 1960, við einum sylindara og 13 hk. Toppferðin er 85 km/t. Per hevur keypt hendan frá einum manni í Middelfart, sum hevði átt hann í eini 30 ár. Kabinuskutarin var 17 ára gamal, tá hesin keypti hann í 1977.


Isetta kabinuskutarar vórðu upprunaliga italienskir við navninum Iso Isetta, men teir vórðu gjørdir í fleiri londum upp á licens. Sum t.d. Velam Isetta í Fraklandi, Romi Isetta í Brasilia og BMW Isetta í Týsklandi. Annars vórðu teir eisini gjørdir í Spania og Onglandi.


Isetta var ein væl umtóktur kabinuskutari fyri umleið 50 árum síðan. Hann var lítil, lættur og væl egnaður til býkoyring. Pláss er til tvey vaksin og eitt lítið sindur av viðføri.

Tað er kanska ikki so undarligt, at Isetta hava eina hurð framman á bilinum, sum minnir um eina køliskápshurð, tí italska verksmiðjan ”Iso Rivolta” í Bresso í Italia, sum byrjaðu við framleiðsluni av Isetta, gjørdu eisini køliskápini ”Iso-Thermos”.