Íðka latið upp í nýggjum snotiligum hølum

Tekst og Myndir: Dávur Winther

 

Leygardagin kl. 13 var móttøka á Bøgøtu 38 í Klaksvík, sum eru nýggju hølini hjá Íðka. Hetta er stórur bygningur í tveimum hæddum, sum Anthonius Olsen læt byggja í 1979 til møblasølu.

 

 

Síðani hevur bygningurin verið brúktur til nógv ymiskt, men í fjør keypti Íðka bygningin, og hevur innrættað hann við trimum stórum venjingarhølum og við hópin av venjingaramboðum.

 

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri flutti framrøðu og fegnaðist um , at enn eitt stórfingið tilboð er til borgarnar í býnum og grannaøkinum her í hesum rúmligu hølum, sum kunnu bjóða so nógv.

 

 

Eisini spældi Signar í Homrum nøkur løg og Karl Birgir Isaksen, sum er ein av mongu monnunum handan Ídka, greiddi frá, hvussu Íðka var vorðið til, og at teir høvdu sum eitt av sínum málum, st viðskiftafólkini skuldu hava bestur karmar. Tað hava tey her, legði Karl Birgir afturat, og vónaði at fólk – ikki bert higani, men nógva staðni frá taka henda møguleika til sín at venja í, tí møguleikarnir eru nógvir.

 

 

Eitt serstakt tilboð er afturat í húsinum. Teir báðir Bárður Jacobsen og Jóhan Esmarsson Heimustovu, sum eru útbúnir fyrioterapeutar hava innrættað sær eina FysioKlinikk, teir kalla, sum er ein nýggj fysioterapi klinikk í Norðoyggjum.

 

 

Teir eru væl fyri við hollrari útbúgving og royndu frá Danmark. Bárður Jacobsen, sum er ættaður úr Skálabotni, hevur starvast á Hvidovre Hospital, har hann eina mest tók sær av sjúklingum, sum hvødu havt hjartatrupulleikar av ymsum slag – at venja teir uppaftur, kanska eftir skurðviðgerð, blóðtøpp, stent e.l.

 

 

Jóhan Esmarsson Heimustovu er útbúgvin í Danmark, men bæði undir og eftir útbúgvingina hevur hann undirvíst á Fysioterapiskúla har.

 

 

Teir fara at veita tilboð innan fysioterapi og fara eisini at veita tilboð um “Hjartahold” fyri fólk, sum hava havt onkrar trupulleikar við hjartanum ella av blóðtøppi, og sum ikki rættiliga vita havt og hvussu nógv tey kunnu leggja fyri ella hvussu nógv tey kunnu gera av. Tá kann teirra servitan koma hesum fólkum rættiliga væl til góðar.

 

 

FysioKliniggin hevur egin høli til venjingar og viðgerðir, men fara teir eisini at gagnnýta mongu møguleikarnar, sum Íðka kann veita.

 

 

Til móttøkuna í gjár, sat á aftastu brík Anthonius Olsen saman við konuni, Dagny og fegnaðust tey um , at húsið hevði fingið nýggjan dám, og tað enn einaferð kundi nýtast til okkurt skilagott. Eitt sera snotiligt og rúmligt høli við hópin av venjingaramboðum.