Hóast vónirnar til KÍ vóru góðar undan farna kappingarári, so gekk tað ikki eftir vild hjá klaksvíkingum, sum leingi vóru í niðurflytingarvanda. Móti endanum av árinum fingu teir tó eitt sindur av viðgongd, soleiðis at tá ið avtornaði gjørdist úrslitið eitt sjeynda pláss.
Gamal kenningur við róðrið
Klaksvíkingar dylja ikki fyri, at teir ætla at satsa í ár, og tí gjørdu teir sær eisini stóran ómak at finna rætta mannin at standa á odda fyri flaggskipinum hjá felagnum.
Tá ið KÍ seinast vann føroyameistaraheitið í fótbólti í 1999, var tað við bretanum Tony Paris sum venjara, og í strembanini eftir at koma aftur á sigurskós, hava tey í KÍ heitt á bretan um at taka enn eitt tørn sum venjari í Klaksvík. At bretin skal endurtaka bragdið frá 1999, tá ið KÍ vann greipuna, droyma tey sjálvsagt um í Klaksvík, men ivaleyst eru tey eisini nøgd, um tað bert verður til eitt meistaraheiti.
Stór útskifting
Tað er ikki sørt, at tað hevur verið stór útskifting í KÍ-hópinum undan hesum kappingarárinum. Fleiri spælarar eru farnir í onnur feløg, og samstundis hevur ein ávís tilgongd verið av spælarum uttanífrá.
Millum spælararnir, ið KÍ hevur mist, eru grundstuðlar sum málverjin Karstin Joensen, sterki verjuleikarin Niclas Niclasen og royndi vongurin Arnhold Joensen. Harafturat er nakrir yngri og meiri óroyndir spælarar farnir í onnur feløg, og eisini er veteranurin Eyðun Klakstein givin.
Hinvegin hevur KÍ eisini fingið styrk. Millum nýggju spælararnar er rumenin Iulian Florescu, ið er komin av Skála. Florescu er ein sterkur bakkur í vinstra borði, og júst hetta pláss hevur verið eitt av veikaru punktunum á KÍ-liðnum seinnu árini. Rumenin hevur verið í Føroyum í nøkur ár, og hann hevur áður leikt við B36 og B71 umframt Skála. Eisini hevur KÍ funnið sær ein nýggjan málverja í bretanum Paul Clapson, og hann meta teir verða ein avgjørdan styrk fyri liðið.
Sum skilst arbeiða teir í Klaksvík framvegis við at styrkja sær um hópin, og um tann styrkurin gerst veruleiki, verður talan helst um útlendskar spælarar.
KÍ hevur altíð verið kent í Føroyum fyri at fostra nógvar evnaríkar spælarar, og klaksvíkingar hava nógvar ungar og sera evnaríkar spælarar, sum standa á gáttini til besta liðið. Í einum drúgvum kappingarári við nógvum dystum koma hesir spælarar, so sum Kristoffur Jakobsen og Steffan Kalsø, at hava ein týðandi leiklut, og megna teir at sláa til í bestu deildini, kann tað fáa KÍ aftur á sigurskós.










