KÍ verður vertur fyri Europa Cup

Kvinnuliðið hjá KÍ hevur á hvørjum ári, síðani UEFA fór undir sína kapping fyri meistaralið í kvinnufótbólti, spælt við í kappingini. Fyrsta kappingin var í 2001, og síðan hevur fleiri ferðir verið tosað um at fingið eitt av innleiðandi umførunum til Føroya.

 

Hetta er nú eydnast, tí UEFA hevur boðað KÍ og FSF frá, at ætlanin er at leggja eina kapping í Føroyum í døgunum frá 9. til 14. august.

 

Umframt KÍ verða trý onnur europeisk lið við í kappingini í Føroyum. Øll spæla móti øllum, og vinnarin av innleiðandi umfarinum fer víðari í kappingini.

 

Lutakastið til fyrsta umfar verður tann 5. juli, og tá verður eisini greitt, um KÍ sleppur at spæla a graslíki í Klaksvík, ella um dystirnir mugu spælast á grasi á Toftum og í Havn.