KÍ vann steypadystin á HB

Álvur S. Chritsiansen legði klaksvíkingar á odda, og Steffan Kalsø skoraði til 0-2 og 0-3. KÍ skoraði øll síni mál í 1. hálvleiki.

 

Í 2. hálvleiki átti HB tørn, men KÍ vardi sera væl, og ein góð løta gekk, áðrenn HB minkaði um munin til 1-3. Hendrik Rubeksen skoraði málið. Umleið 15 minuttir fyri leiklok minkaði HB enn einaferð um munin til 2-3.

 

Havnamennirnir vóru fleiri ferðir nær við at skora útjavnandi málið, men Jens Martin Knudsen í KÍ málinum stóð ein branddyst, og bjargaði tá ið á stóð. Í eina førinum var hann einsamallur móti einum HB´ara, ið gjørdist leysur móti málinum. Men Jens Martin var sum ein køttur, og fekk tveitt seg fyri bóltin og bjargað.

 

Rógvi Jacobsen varð skiftur inn á KÍ liðið seint í 2. hálvleiki, og veruligt lív kom í áskoðararnar, tá ið hann trein inn á vøllin. Tað sást og hoyrdist, at klaksvíkingar eru ógvuliga glaðir um, at Rógvi Jacobsen nú aftur spælir í bláu troyggjuni.

 

Endaliga úrslitið gjørdist sostatt 2-3 til KÍ, sum harvið vann ólavsøkudystin móti vertunum úr Havn.