KÍ vann sær gott útgangstøði

Bara ein amerikanskur landsliðsleikari skilti liðini, tá ið KÍ seinnapartin royndi seg ímóti svenska Hammbarby í Intertoto Cup.

Dysturin varð leiktur á Råsunda-leikvøllinum í Hammarby, og dysturin var ikki meir enn tríggjar minuttir gamal, tá ið Charlie Davies legði heimaliðið á odda. Nú kundi spáast at sterki amerikanski landsliðsframherjin hevði sett hol á málveitsluna, men klaksvíkingarnir vóru als ikki at spæla við. KÍ helt leiðsluni hjá Hammarby á 1-0 til dystarenda, og hevur harvið tryggjað sær eitt yvirkomiligt útgangstøði til returdystin á Svangaskarði leygardagin 30. juni kl 16.00.