KÍ vann fyrra dystin

Kvinnurnar hjá KÍ vunnu í gjár fyrru hálvfinaluna í steypakappingini. KÍ hevði vitjan av Víkingi, og KÍ vann dystin 2-0. Í fyrra hálvleiki hevði Víkingur munin, men KÍ skoraði einasta málið – málskjútti var Tove Sólheyg. Í seinna hálvleiki var KÍ vandamiklara liðið, og Rannvá Andreasen økti til 2-0 seint í dystinum. Seinna hálvfinalan verður spæld í Gøtu.