KÍ útnyttaði síðsta korterið

2. deild: KÍ vann botndystin ímóti Royn 3-0, hóast einki mál var komið eitt korter fyri leiklok.

KÍ legði nógv fyri í royndini at vinna botndystin ímóti Royn í Klaksvík leygardagin, og tað var eisini viljin til at vinna, sum at enda var á muni millum liðini.

Tá eitt korter restaði av dystinum var einki mál komið, men síðani setti klaksvíkingar hol á við brotssparki, sum Fríðin Ziskason setti í málið. Brotssparkið var dømt, eftir at innskifti Karl Marius Poulsen var trýstur í ryggin, tá ein høgur bóltur varð sendur inn í brotsteigin.

Tá fimm minuttir vóru eftir at spæla økti Johannes Færø til 2-0. Hann vann sjálvur bóltin frá einum Royn-spælara í høgru síðu, dróg inn í brotsteigin og sendi bóltin flatt í handara síðunet.

Og beint áðrenn leiklok fekk KÍ aftur brotsspark, tá Karl Marius Poulsen varð feldur stutt frá baklinjuni. Karl Marius sendi sjálvur brotssparkið í málið til endaliga úrslitið 3-0.


Byrjaðu væl

Royn var fyrstu minuttirnar nær við at leggja seg fram um. Hvalbingar byrjaðu dystin sera væl, og tvær ferðir eftir hornaspark mátti KÍ-málverjin, Meinhardt Joensen, forða fyri, at Royn skoraði.

Fyrst var tað vágbingurin John Eystberg, sum stútaði, men Meinhardt fekk sligið bóltin á tvørstongina og út, og seinnu ferðina var tað aftasti maður, Poul Poulsen, sum royndi seg, men aftur bjargaði Meinhardt.

John Eystberg mátti av vøllinumv ið skaða eftir einar 20 minuttir, og í hálvleikinum máttu bæði John Ryan og Tomislav Sivic hjá KÍ gevast at spæla, tí teir høvdu fingið snuddir.

KÍ hevði leikliga yvirvág mesta av tíðini, og serliga í seinna hálvleiki trýsti heimaliðið. Royn royndi fyrst og fremst at verja, men tá teir komu aftur um 1-0, fóru teir fram á vøllin. Teir høvdu gyltan møguleika at javna eftir frísparksinnlegg frá Zoran Mancic, men avslutningurin var ov vánaligur.

Og tá KÍ skoraði til 2-0, misti Royn mótið, og KÍ kundi hvat økt fleiri ferðir seinastu løtuna.


KÍ-Royn 3-0 (0-0)

1-0: Fríðin Ziskason

2-0: Johannes Færø

3-0: Karl Marius Poulsen