KÍ smágentur føroyameistarar

KÍ lá undan seinastu dystunum í meistarabólkinum tvey stig frammanfyri B36. KÍ vann sínar dystir ímóti B68 og B36, og harvið endaðu genturnar úr Klaksvík sjey stig frammanfyri B36, sum vann silvur. ÍF vann bronsu.

 

KÍ fekk 39 stig, B36 32 stig og ÍF 24 stig.

 

Hetta er annað árið á rað, at KÍ vinnur smágentudeildina, og fyrr í ár vann KÍ eisini steypakappingina hjá smágentum.