KÍ skrivar sáttmála við 17 ára gamlan

Í kvøld hevur KÍ kunngjørt, at ein av felagsins egnu hevur skrivað sáttmála við felagið.

Tað hevur gingið stak væl hjá KÍ í Effodeildini í ár. Í løtuni eru klaksvíkingar nummar tvey í deildini, men fremsta plássið kann blíva tikið, um KÍ vinnur ímóti NSÍ á Norðoyastevnu.

 

Hóast nakrir útlendingar eru at finna í hópinum hjá KÍ, so er hópurin í stóran mun mannaður av lokalum kreftum. Ein av hesum lokalu kreftunum hevur undirskrivað sáttmála við felagið í kvøld.

 

Talan er um 17 ára gamla Ólavur Niclassen, ið er verjuleikari. Ólavur fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá KÍ herfyri, tá ið hann varð innskiftur í endanum hálvfinalusigrinum í steypakappingini ímóti KÍ. Ein dystur, sum KÍ vann heili 4-1. Blaðungi verjuleikarin hevur enn sín fyrsta dyst til góðar í Effodeildini.

 

Sáttmálin ímillum KÍ og Ólavur Niclassen er í fyrstu syftu galdandi fyri restina av kappingarárinum.