KÍ skapti nóg nógv til at vinna á HB

(Rás2) Hoyr høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen seta orð á 0-0 javnleikin ímóti HB

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen aftaná Mikkjal hevði sæð sínar menn spælt javnleik 0-0 ímóti HB við Djúpumýru í Klaksvík í dag.

 

Mikkjal Thomassen heldur, at KÍ skapti nóg nógv í dystinum til at vinna á HB, og tað iðrar hann seg um. Hann staðfestir eisini, at HB vardi sera væl. 

 

Hann er tó ikki nøgdur við tann indianara-fótbóltin, sum KÍ-spælararnir vístu seinastu fimm minuttirnar av dystinum. Mikkjal Thomassen greiðir frá, at hann hevur givið spælarunum eina stóra átalu fyri hetta, tí hetta var løtan, tá HB kundi fari avstað við øllum.

 

Mikkjal Thomassen slær fast, at KÍ vil sleppa út í Evropa, og nú eru teir átta stig røttu megin í tí málsetninginum. Hevði HB skorað til 1-0, so var KÍ bara fimm stig røttu megin málsetningin.