Men nú, meðan skipini hava ligið, og eingin fiskur kemur upp á land, er ein møguleiki, og hendan møguleikan brúka tey eisini á Kósini.
Loft, gólv og maskinur
? Meðan skipini gera klárt at fara útaftur, gera vit klárt at taka ímóti teimum fyrstu lastunum, siga tey í Klaksvík.
Og tað er ikki so heilt lítið, sum gjørt verður á Kósini, meðan steðgur er í sjálvari fiskaframleiðsluni.
? Í løtuni eru vit í holt við at seta ein nýggjan bandfrystara upp, sum skal loysa annan av teimum gomlu av. Hesin nýggi hevur størri kapasitet og fer at gera framleiðsluna lættari. Hetta arbeiði er ikki liðugt enn. Onkrar maskinur skulu eisini hava ábøtur, nú steðgur er.
Á Kósini arbeiða eisini nakrir handverkarar við at skifta trý loft út ? loftini í ráfiskagongini, skerihøllini og loftið norðuri í frystarínum.
Aftrat hesum skal okkurt gólv umvælast.
Skipini gera klárt
Línuskipini í Klaksvík plaga vanliga ikki at fara útaftur millum jól og nýggjárs, men liggja til beint eftir ársskiftið.
? Tey flestu gera nú klárt at loysa. So, vit vænta, at tað ganga einir 8-10 dagar, áðrenn verulig gongd kemur aftur á fiskaarbeiði.
Seinasti arbeiðsdagur á Kósini var fríggjadagurin fyri jól; síðan tá hava tey, sum arbeiða á gólvinum, hildið jólafrí.