Norski ríkisadvokaturin, Tor-Aksel Busch, skrivaði í dag tey seinastu orðini í ákæruritinum ímóti Anders Behring Breivik, og tað varð síðani latið ákæruvaldinum. Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.
Sambært tíðindastovuni er ákæruritið tað størsta í einum einstøkum rættarmáli í Noregi síðani seinna heimsbardaga.
Tann 22. juli í fjør sprongdi Anders Behing Breivik eina bumbu uttan fyri stjórnarhúsini í Oslo. Átta fólk doyðu. Aftaná fór hann til oynna Utøya, har hann skjeyt 69 fólk, sum vóru á ungdómslegu hjá Arbeiðaraflokkinum.