Kórstevnur Føroya fjøruti ár

Tíðindaskriv

Kórsamband Føroya og kórini í Tórshavn bjóða øllum kórum og sangáhugaðum til Kórstevnu 2007.
Stevnan verður í døgunum 17. til 19. mai í Norðurlandahúsinum, og fyrireikararnir bjóða eina spennandi og fjølbroytta skrá til allar sangáhugaðar stevnuluttakarar.
Kórsamband Føroya hevur 40 ár á baki í ár og henda runda dag vilja fyriskipararnir hátíðarhalda við stórfingnari kórstevnu í høvuðsstaðnum fyri øllum kórum og sangáhugaðum í Føroyum.
Í ár verður høvi at syngja saman við 5 ymsum norðurlendskum kórleiðarum – hesir vera John Højby, Steen Lindholm, Mogens Dahl, Robert Sund og Berharður Wilkinson, sum allir koma at leiða hvør sína verkstovu. Saman við øllum teimum føroysku luttakarunum, verða eisini á leið 100 norðurlendskir sangarar við til stevnuna. Hesir koma úr Svøríki, Dankmørk og Íslandi. Á stevnuni verður, hósdagin 17. mai, møguleiki hjá luttakandi kórunum at hava konsert við egnari skrá - konsertir verða eftir ætlan fyriskipaðar kring alt landið.
Stevnan verður sett hósmorgun 17. mai kl 9 í Norðurlandahúsinum. Nærri fæst annars at vita við at senda ein teldupost til HYPERLINK "mailto:olavasa@post.olivant.fo" olavasa@post.olivant.fo
Kostnaður fyri alt tiltakið verður kr. 400,-
Kostnaður fyri gallaveitsluna, sum verður leygarkvøldið 19. mai, verður uml. 250,-
Skipað verður fyri kaffi, ábiti og ‘aftersinging’ allar dagarnar. Tey, ið ynskja seingjarpláss í høvuðsstaðnum á kórstevnuni, verða biðin um at gera vart við hetta, tá meldað verður til.
Høvið verður at melda seg til sum einstakling ella sum kór og tey, ið ynskja at boða frá luttøku, kunnu senda ein teldupost til HYPERLINK "mailto:olavasa@post.olivant.fo" olavasa@post.olivant.fo áðrenn 1. apríl 2007. Nærri boð um stevnutilgondina verða send út í apríl.


Við sangkvøðu

Kórsamband føroya og kórini í Tórshavn