Gjógv: Uttanfyri sethúsini her Eysturi á Veg nr. 6 stendur ein bilur í túninum.
Inni í gomlu sethúsunum húsast eitt ólíkt par. Hon úr Kina. Hann úr Føroyum. Tað er kortini eitt, ið bindur tey bæði, Sammy og Harry saman: Kærleikin til hvørt annað.
Tey hittust fyrstu fer í heimbýi hennara Dong Guang í 2006, og búgva nú í norðastu bygdini í Eysturoynni.
Hon hevur júst fingið uppihaldsloyvi í Føroyum, og kann nú byrja at leita sær eftir einum arbeiði. Trupulleiki hennara er, at hon ikki tosar føroyskt.
Og hetta gevur henni ávísar avmarkingar: Møguleika fyri arbeiði; fyri at sleppa av bygdini; fyri at samskifta við onnur.
- Ja, eg havi bara eitt kinverskt koyrikort, og tað kann ikki brúkast her. Skal eg taka eitt føroyskt koyrikort, má eg fyrst læra meg føroyskt.
- Tað vildi eg fegin. Men eg kundi eisini hugsað mær at lært meg danskt, tí kanska fara vit at flyta hagar einaferð.
- Men fyribils trívist eg her við Gjógv. Her er fínt at búgva, ja, er besta stað á jørð - enn, í hvussu so er, sigur Sammy við einum brosi.
Úr skúlanum
Tá ein tosar við ungfólk í dag, fellur prátið ofta inn á útbúgving og møguleikar fyri góðum starvi. Men her kann Sammy ikki rættiliga tosa við, tí sum hon sigur: - Mín læra er lítil. Eg gekk bert 6 ár í skúla.
Hon vaks upp í eini vanligari familju, har jørðin var álitið. Hon átti tvey eldri systkin, sum gingu í skúla og tvey yngri systkin. Støðan var bara hon, at familjan hevði ikki ráð at lata øll fimm ganga í skúla.
- Eg hevði faktiskt einki annað væl enn at gevast, hóast eg elskaði at ganga í skúla. Tey bæði eldru fóru í hægri skúla, og so máttu foreldrini sjálvandi gjalda meiri fyri tað.
- Eg valdi tí at gevast í skúlanum, soleiðis at tað kundi ganga betri hjá yngru systkjunum hjá mær. Tja, eg mátti bara gera tað, hóast eg lærdi væl í skúlanum, greiðir Sammy frá.
Pengar til familjuna
Sammy var bert 13 ár gomul, tá hon fór úr skúlanum. Men hon var heppin og fekk arbeiði sum húshjálp í einum heimi tey næstu trý árini.
Trupulleiki hennara var kortini hann, at til bar ikki fáa eitt rættiligt arbeiði, fyrrenn hon var 16 ára gomul.
Skipanin har var nevniliga hon, at ein fær ikki sítt sannleikaprógv fyrrenn ein hevur rokkið hesum aldri. Hetta gevur somuleiðis atgongd til arbeiðsmarknaðin.
Hóast hon var komin væl fyri, gloymdi hon ikki familju sína.
- Eg sendi allar pengarnar, sum eg forvann sum húshjálp heim til familju mína.
- Á henda hátt kundu tey yngru systkin míni fáa sína útbúgving, greiðir hon frá.
Kærleiki
Eftir trý góð ár sum húshjálp fekk Sammy arbeiði í eini matstovu, sum ein amerikanari átti. Tað var eisini hann, ið gav henni tað meiri vesturlendska navn sítt.
Hann dámdi væl Sammy, og tá hann lat upp eina barr á øðrum staði, bjóðaði hann henni arbeiði her - eitt arbeiði, sum eisini gav henni betri løn.
- Hann tosaði bæði enskt og kinesiskt, tí hann hevði búð, bæði á Taiwan og í Kina í eini 10 ár. Eg dugdi tó bara kinesiskt, og ikki eitt einasta orð á enskum, men tað lærdi eg nú so líðandi, sigur hon.
Millum ár og dag komu nógv fólk inn á barrina, millum nakrir ið presenteraðu henni fyri einum føroyingi við navninum Harry Toftum. Hann arbeiddi á landi hjá Mærsk-fyritøkuni, og kom nú helst oftari og oftari á vitjan á arbeiðsplássi hennara.
Sammy var tó greið yvir, at millum fólkið í býnum var ein ávís mistrúgv til fremmandafólkið, helst tí at tey so ofta vóru snýtt av teimum. Men við Harry var øðrvísi.
- Innast inni hugsaði eg við mær sjálvari, at eg skuldi so ongatíð fara at fáa mær ein fremmandan drong. Men eg veit ikki, - eg og Harry gjørdust kortini so líðandi vinir og par, sigur Sammy við einum brosi. - That happens!
Heppin við Harry
Liðin eru longu fýra ár síðani hetta hendi. Nógv er broytt hesi árini, men kortini ikki hugsanin um hennara Harry.
Harry var - og er - eftir hennara tykki ein sera fittur og góður maður. At byrja við sóust tey so at siga bert um vikuskiftini, orsakað av arbeiðum sínum:
Hon arbeiddi fyri tað mesta um náttina og hann um dagin, men hetta forðaði kortini ikki vinarlaga teirra at vaksa meir og meir, soleiðis at tey at enda gjørdust par.
- Eg hoyrdi aðrar gentur fortelja frá, at ikki allir menninir høvdu so góðar ætlanir. Teir steðgaðu stutt og vóru so brádliga farnir avstað aftur, uttan at siga eitt einasta orð.
- Men eg haldi, at eg var heppin at møta júst Harry. Hann arbeiddi her og búði her, so tað var øðrvísi við honum, sigur Sammy.
Nú fekk eisini møguleika at fara út úr heimlandinum og uppliva aðrar mentanir, onnur lond, ókendar oyggjar í Norðuratlantshavi. Og eina av norðastu bygdum okkara, ta náttúruvøkru bygdina Gjógv.
- Her er gott at vera.
Fitt par
Onkur vildi kanska hildið, at eingin fremmandur kann trívast í eini so lítlari og fjarskotnari bygd sum við Gjógv.
Tað fær eingin Sammy at skriva undir uppá. Hon trívist her, hóast hon einki arbeiði hevur fingið enn.
Hon fær ístaðin gerandisdagin at ganga við at lesa enskar bøkur, soleiðis at hon kann læra seg hetta málið enn betri. Ella hon situr við telduna, har hon millum annað kann hava samband við systkin síni í Kina umvegis Skype.
- Eg vildi fegin kunnað lært meg føroyskt eisini, soleiðis at eg kann tosa meiri við fólkið her í bygdini, sigur Sammy, og vísir til eitt eldri par, sum býr beint við hjá henni.
Tíverri fyri hana og tíverri fyri tey, duga tey ikki at tosa enskt. Tá tey so møtast og heilsast verður tað bert til eitt lítið halló og so einki meiri.
- Eg haldi, at tað er so keðiligt, at vit ikki kunnu tosa ordiliga saman, tí tey síggja út til at vera bæði fitt og blíð, sigur hon.
1 munur
Fyri trimum árum síðani setti Sammy á fyrsta sinni fór sín á føroyska jørð. Tað hevur gjørt síðani, og hevur nú búð her í fleiri mánaðir.
Hon kemur úr einum býi við omanfyri 7 mió íbúgvar og býr nú í eini bygd við einans 40 fólkum.
- Jú, tað er sjálvandi munur á støddini á Dong Guang og Gjógv. Tað er tað hóast alt, men eg haldi kortini, at tann størsti munurin er kvaliteturin hjá fólki. Her eru øll fitt og blíð. Her er trygt at vera, og eg merki einki til misálit millum fólki.
- Tað er líkasum at fólk her eru meiri eins enn tey eru í Kina. Øll hava nóg mikið, og eingin orsøk er at øvunda hinum. Fólk tykjast heldur hjálpa hvørjum øðrum, slær Sammy Zhang fast.