Soleiðis eru 20 av umleið 60 skógareldum sløktir av regninum.
Tað skrivar blaðið Rtey Sydney morning Herald í morgun.
Fyrrpartin eru framvegis 43 skógareldar kring New South Wales. 18 teirra hava tey ikki fingið tamarhald á.
– Tað verður skrásett nogv rfegn í statinum. Vit vóna, at tað fer at halda fram við at regna í økjunum, sum treingja mest til tað, skrivar sløkkiliðið í statinum á Twitter.
Sambærtr avstralsku veðurstøðini (BOM) kunnu tað fara at regna 130 millimetrar í Sydney bara í dag. Ímorgin verður rokna við upp ímóti 90 millimetrum av regni og sunnudagin um 80 millietrar.
/ritzau/