Hetta er ein fitt og spennandi kókibók til børnini, har hugflogið fær rúmar ræsur. Bókin er full av frálíkum rættum, mennandi millummálum og spennandi søtmeti. Evna til eina leskiliga runukaku, broysknar mánasteinar ella litfagrar ælabogakøkur. Loynidesert og jarðberja- og rómadrykk. Í bókini eru spennandi, sunnir, súrir, saltir og søtir smámálar. Kærkomið køksævintýr hjá komandi kokkum.
Bókin er øll myndprýdd, so tú stig fyri stig sært, hvussu tú skalt bera teg at, hvussu tú kemur í gongd, hvussu amboðini eita, og hvussu tú ansar tær í køkinum, tá tú matger. Jane Bull hevur skrivað og Sólgerð Sigvardsen týddi
Bókin er 48 síður, innbundin, og kostar kr. 98,-.