Kollafjarðar Ítróttarfelag fekk í gjár bræv frá Tórshavnar kommunu um, at kommunan nú fer at flyta felagnum góðar 60.000 krónur.
Felagið fær henda peningin sum endurgjald fyri, at kommunan í 2009 hevði Tórsfagnað sama dag, sum sundalagsstevnan var í Kollafirði.
Samanfallið gjørdi, at nfleiri kollfirðingar ikki kundu luttaka í ókeypis tiltøkunum, sum kommunan hevði í Havn, og felagið fekk minni inn.
- Peningurin er kærkomin at fáa, tí tað kostar nógv at reka eitt ítróttarfelag, sigur Robert Poulsen, formaður í Kollafjarðar Ítróttarfelag.