Kári tekur aftur uppskot um at steðga tunlum

Kári á Rógvi, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin tekur aftur uppskotið til løgtingslóg um at taka av løgtingslógina um tunlar norður um Fjall.

- Tingmálið kom fram eftir áheitan frá Norðoya Sjálvstýrisfelag, sum vísti á tørvin at raðfesta rætt í Norðoyggjum og tryggja økinum lut í menningini av førleikum, størvum og avleiddum vinnum, ið standast av viðkomandi skúlaskapi; felagið vísti eisini á, at innan samferðsluna er mest átrokandi at bøta um Viðareiðisvegin, sigur Kári á Rógvi.

Hann vísir á, at Løgtingið hevur samtykt verklagslóg fyri Norðoyggjar upp á 252 milliónir krónur, samstundis sigur samgonguskjalið, at maritimar útbúgvingar skulu savnast og styrkjast.

- Fer upphæddin ístaðin til Skúladepil í Norðoyggjum ? Universitets- Miðnáms- og Førleikaskúladepil í Klaksvík, styttur UNIKLAX ? so seta vit framburð ígjøgnum førleikamenning í hásætið í tí økinum, sum hýsti fyrsta háskúlanum og sum náttúrliga fer at hýsa føroyska altjóða vinnu-universitetinum. Men hetta uppskotið er tengt at løgtingsmáli 133/2009 ? uppskoti til samtyktar um UNIKLAX. Tað uppskotið er ikki liðugt viðgjørt í mentanarnevndini enn. Tí átti uppskotið til fylgilógar ikki at komið úr rættarnevndini longu nú, sigur løgtingsmaðurin.

Men rættarnevndin vísir á, at eingin íløguraðfesting av Norðoyggjum er staðfest. Kári á Rógvi sigur, at tey tingfólk, ið hava strongt á at fáa tunnlarnar Norð um Fjall samtyktar, stuðla samstundis samgonguni, sum hevur skotið upp at seta av hesar upphæddir: í 2010 kr. 0, í 2011 kr. 0, í 2012 kr. 0, í 2013 kr. 0, í 2014 kr. 0.

- Hetta tilsamans merkir, at heimild er at bora tunnlarnar, men bert um hetta kann gerast sjálvboðið ella annars uttan at kosta landinum eitt einasta oyra. Tí er sjálvandi ikki nógv at umraðfesta har í økinum ? um vit ongar pengar brúka til skúlaskap ella ongar pengar brúka til tunnlar er í so filosofiskt til at seta til atkvøðugreiðslu á tingi. Arbeitt verður framvegis við skúladeplinum í Klaksvík, men at steðga tunnlunum hava tingfólkini í samgongu longu klárað við játtanarkarminum, heldur Kári á Rógvi.