Kári speirekur Heina

- Eg haldi, at tað sømir seg ógvuliga illa við happandi skriving at gera gjøldur burtur úr ellisformanninum á tingi, heldur Jógvan á´Lakjuni, løgtingsmaður

Á heimasíðu Sjálvstýrisfloksins fríggjadagin hevur Kári á Rógvi, løgtingsmaður floksins, stutta grein um Heina O. Heinesen, løgtingsmann og hansara leiklut í málinum um fiskidagar.

At síggja til, var hetta ein undarlig grein í hesum tíðum, har átøk ímóti happing hava verið ovarlaga á breddanum seinastu tíðina.

“Soyni í stríð við seg sjálvan” er heitið á greinini hjá Kára á Rógvi, sum byrjar við hesum orðum: “Flogvitið (PhD frá Lívsins Skúla) Suðri á Gili í Kunoy var aftur í stríð við seg sjálvan í dag”.

Nú hevur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður Fólkafloksins, talað at hesi skriving í lesarabrævi, sum hann kallar “Kári á Rógvi speirekur Heina”.

- Vinnuumboð og útróðrarmenn klappaðu ikki fyri niðurskurðinum upp á 10%, men tí tað eydnaðist hjá okkum í andstøðuni saman við Heina O. Heinesen at avmarka ørskapin hjá samgonguni og Kára á Rógvi, sigur fólkafloksmaðurin.

Í lesarabrævinum sigur Jógvan á Lakjuni:

- Kári á Rógvi hevur eina sera ljóta og speirekandi lýsing av Heina O. Heinesen á heimasíðu sjálvstýrisfloksins eftir tað, sum hendi á tingi… eg haldi, at tað sømir seg ógvuliga illa soleiðis við happandi skriving at gera gjøldur burtur úr ellisformanninum á tingi, sum vísti, at hann ikki boygnaði undir trýsti, skrivar Jógvan á Lakjuni.