Kári skrivaði søgu í Reykjavík

Tá ið Kári á Rógvi í gjár vardi phd ritgerð sína, var tað fyrsta ferðin yvirhøvur, at ein føroyingur gjørdist doktari í lóg

Í skránni stóð skrivað, at tað skuldi ganga fyri seg í hátíðarsalinum í høvuðsbygninginum í Háskúla Íslands, og har vóru eini hálvt hundrað fólk savnað seinnapartin hósdagin, og har var tað hátíðarligt. Stolta íslendska Fróðskaparsetrið hevði 1. oktober í fjør havt lógskúla í hundrað ár, og millum áhoyrarnar til phd verjuna hjá Kára á Rógvi vóru fleiri av væl útbúnu starvsfólkunum, sum Kári trý ára skeiðið 2005-2008 arbeiddi saman við, tá ið hann við fíggjarligum stuðli frá útlendsku oljufeløgunum BP og Amerada Hess var í Reykjavík. Hesi árini undirvísti Kári bæði í Reykjavík og á Akureyri, og samstarvsfelagar hjá honum í hesum báðum plássunum vóru millum áhoyraraskarðan, ið eisini taldi nakrar føroyingar, sum í øðrum ørindum vóru staddir í Reykjavík í gjár.

Stívliga tveir tímar eftir, at Kári fór undir verjuna av West-Nordic Constitutional Judicial Review – A Comparative Study of Scandinavian Judicial Review and Judicial Reasoning, boðaði Róbert R. Spanó, professari á lógdeildini á Háskóla Íslands frá, at Kári av Rógvi hevði staðið royndina, og at hann tískil nú er doktari í lóg.

Hetta var søguligt, tí hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at ein føroyingur er vorðin doktari í lóg. Kári var rørdur, tá ið hann takkaði fyri. Serliga konuni, ið var eftir heima í Føroyum við synunum báðum og foreldrunum Sunnuvu og Eyðuni á Rógvi, sum undir verjuni sótu millum tey fremstu, og eftir lokið verk hálsfevndu sonin og ynsktu honum tillukku. Tað kendist sum stórur lætti og fagnaður, at tað nú var komið hagar til, at Kári hevði fingið staðfest formligu viðurkenningina fyri lokið stríð og fína og livandi verju.

Gamaní vórðu røður ikki hildnar av myndugleikunum í landi og býi, men kortini kendist tað sum um, at løtan var stór!

Millum áhoyrararnar var eisini Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, ið er arbeiðsgevi hjá Kára, sum fyri ikki so langari tíð síðani varð settur at vera fyrsti lektari í lóg á Fróðskaparsetri Føroya. Jóan Pauli Joensen og Kári arbeiddu í síni tíð nógv saman í grundlógarnevndini og stjórnarskipanarnevndini, har Kári á Rógvi fyrst var skrivari og seinni næstformaður.

-Í roynd og veru var tað í sambandi við arbeiðið í grundlógarnevndini, at áhugin fyri hesum evninum av álvara kveiktist. Eftir at eg hevði lokið løgfrøðiligt embætisprógv í Keypmannahavn, las eg eitt skifti Master of Laws í Aberdeen. Bæði undir lestrinum í Keypmannahavn og í Aberdeen, tá ið eg var við til at skriva bók, sum snúði seg um løgfrøðisliga lýsing av føroyskari vinnulóggávu, hevði eg størstan áhuga fyri vinnuni og løgfrøði, sum hevði við vinnuna at gera, men tá ið eg gjørdist skrivari í grundlógarnevndini, vaks áhugin fyri hesum, og nógvu tey seinastu árini havi eg í løgfrøðini fyri tað mesta fingist við hetta, greiðir Kári á Rógvi frá.

Tað var meðan hann var skrivari í grundlógarnevndini, at Kári á Rógvi í 2000 saman við øðrum fór undir útgávu av Lógarriti, har áhugaverdar greinar um føroyska løgfrøði hava verið at sæð.

- Tørvurin á lógarritinum var og er stórur. Føroyar hava altíð verið egið løgdømi við egnum lógum og dómum. Talið av lógum, dómum og avgerðum, ið bert hava gildi í Føroyum, er stórt. Og nú eru lógir, ið bert eru skrivaðar á føroyskum. Trupulleikar og óvissa standast av, at hvørki lýsing av mannagongdum alla ástøðilig viðgerð fer fram innan føroyska lóg. Tí er tað neyðugt, at almennar avgerðir eiga at koma á prent, tí tær hava týdning, um vit til fulnar skulu skilja rættarstøðuna. Í flestu lógum eru spurningar um tulking, sum kunnu avgerðast á ymsan hátt. Bert við at kenna avgerðir - serliga frá kærunevndum og dómstólum - kunnu vit til fulnar siga, hvør rættarstøðan er, er sjónarmiðið hjá Kára á Rógvi og øðrum løgfrøðingum.

Tað var hetta, sum var upprunin til lógarritið, og tað er hetta, sum skundaði undirarbeiðið við ritgerðini, sum Kári vardi í gjár, og sum heilt víst fer at síggjast aftur í framtíðini. Ritgerðin snýr seg um sammeting av lóg og rætti í Íslandi, Noregi og Danmark saman við Føroyum og Grønlandi, sum søguliga hava so nógv í felag á hesum økjum í søgu, politikki og útbúgvingarliga.

Lóg er lóg, og lóg skal haldast, plagar at verða tikið til, men tað kann sambært arbeiðnum hjá Kára á Rógvi við ritgerðini verða lagt aftrat, at tað skal valdast, hvussu lóg skal haldast. Eitt er sjálvur lógarteksturin, og hvussu hann verður vigaður og lagaður sammett við, hvussu normar og fatanir í samfeløgunum eru og broytast, og eitt annað er tað, hvussu eitt nú altjóða ásetingar og dómar ávirka, hvussu tað verður vigað og dømt, t. d. europeiski mannarættindardómstólurin og altjóða mannarættindarsáttmálin hjá ST.

Tað vóru teir báðir, íslendingurin Guðmundur Alfreðsson, sum nú er professari á lærda háskúlanum á Akureyri og í Strasbourg, og norðmaðurin Eivind Smith, sum er professari við lærda háskúlan í Oslo, sum vóru opponentar. Báðir eru teir kendir og virdir innan hetta økið, sum ritgerðin hjá Kára á Rógvi snúði seg um.

 

Dreymurin og veruleikin

Tað var longu í fjør, at Kári á Rógvi, ið hevur havt Eirik Tómasson, professara á lógardeildini á Háskúla Íslands sum høvuðsvegleiðara, var liðugur við ritgerðina. Seinastu mánaðirnar hevur Kári verið í hálvtíðarstarvi á Fróðskaparsetrinum, samstundis sum hann er tingmaður.

Á Fróðskaparsetrinum hevur Kári saman við øðrum í fleiri ár undirvíst í grundskeiði í lóg, og tað er hann eisini nú í holtur við:

-Áhugin fyri at útbúgva seg í føroyskari løgfrøði er ógvuliga stórur. Tað sæst aftur í umsøkjaratalinum. Millum teirra, sum arbeiða við føroyskum samfelagsviðurskiftum, kennist tørvurin vera stórur fyri at fáa størri innlit í løgfrøðislig viðurskifti, sum serliga hava við Føroyar og føroyingar at gera. Eitt nú er hetta galdandi fyri tey í umsitingini, innan almenna fyrisiting, fyri peningastovnarnar, sjálvstøðug vinnurekandi og sjálvandi eisini fyri tey, sum lesa á Fróðskaparsetrinum. Tað er í heilum, at tey, sum hava lokið grundskeiðið ella eru í holtur við tað, fregnast og spyrja, nær vit fara undir master í lóg, og tað kemur eisini ofta fyri, at tey, sum eru undir juralestri uttanlands spyrja, nær møguleiki fer at verða fyri at taka vakfak í Føroyum. Avtala er undirskrivað um hetta millum Fróðskaparsetrið og lærda háskúlan í Keypmannahavn. Í løtuni er játtanartrotið orsøkin til, at hesi tilboðini ikki eru veruleiki. Tað er harmuligt, men eg vóni og rokni við, at tað fara at verða betri vánir fyri lestri av hesum slagnum. Áhugin vísir, at tað er brúk fyri tí, staðfestir Kári á Rógvi, doktari í løgfrøði.

Tá ið tosið dettur inn á granskingina, er tað talan um føroyskt lendi, sum so at siga er ódyrkað:

-Hesin parturin av samfelagslívinum hevur ikki verið í hondunum á føroyingum. Danir hava umsitið dómsvaldið. Nógvar útskiftingar hava verið, og harvið hava fyritreytirnar fyri at savna og skipa dómar og aðrar avgerðir ikki verið góðar. Men tað hava verið undantøk, og í tí sambandinum eigur at verða víst á framúr verkið hjá E. A. Bjørk, sála, sum granskaði í og skrivaði um føroyskan bygdarætt, og á tað, sum løgtingsmaðurin og løgfrøðingurin, Poul Petersen, sáli skrivaði, vísir Kári á Rógvi á.

Á teimum báðu síðstu reglunum í 222 síðu stóru ritgerðini sigur Kári á Rógvi, at hann vónar, at tað í framtíðini fer at bera til at samstarva við íslendingar eitt nú um at nýta ástøðið, sum hann hevur ment at brúka í kanningini av ítøkiligum sakarmálum. Tað kennist eina sovorna løtu upplagt og sum avbjóðing, ið kann fara at vísa seg at fáa stóran týdning.