Neistin hevur leitað sær eftir nýggjum venjara, síðani Birgir Hansen í síðstu viku valdi at taka seg sjálvan aftur sum venjari hjá besta kvinnuliði felagsins. Nú er avloysarin funnin. Talan er um vestmenningin Kára Durhuus, sum skal standa á odda hjá liðnum saman við Sigrun Mikkelsen, sum eisini var hjálparvenjari undir Birgiri Hansen og leiddi liðið til dystin ímóti Kyndli hetta vikuskiftið.