Kári á Rógvi varð særdur og niðurgjørdur

Kári á Rógvi, løgtingsmaður, viðgongur, at tað var í sinnismuni, at hann brikslaði

einum týskara, hvussu nógv fólk hansara forfedrar høvdu týnt í Auschwitz undir seinna heimsbardaga. Týskir umhvørvisfelagsskapir hava verið rættiliga ágangandi ímóti føroyingum fyri at vit drepa grind.

Men tað hevur elvt til rumbul og hevur verið eitt tað størsta samrøðuevnið í dag og í gjár, at Kári á Rógvi, løgtingsmaður, og formaður Sjálvstýrisfloksins, hevur brikslað teimum av hesum grindamótstøðumonnunum, hvussu týskarar bóru seg at undir seinna heimsbardaga.

- Hugsa um tín egna moral, hevur Kári á Rógvi skrivað í teldubrævi til ein týskara, sum er ímóti grindadrápi og í sama teldubrævi viðfesti hann eina leinkju á internetinum til týsku týningarleguna í Auschwitz.

Hetta hevur býtt fólk sundur í tvær legur. Summi halda við løgtingsmanninum, men onnur halda, at tað er undir alt lágmark at briksla týskarum í 2011, hvussu teirra forfedrar bóru set at upp undir og undir seinna heimsbardaga.

Tey halda, at tað serliga groft, at tað er ein løgtingsmaður og floksformaður, sum ger tað.

Og Kári á Rógvi viðgongur, at tað var í sinnismuni at hann sendi umrødda teldubræv.

Men hann leggur afturat, at hann hevur ikki sent teldurbrævið alment, men til mannin sjálvan.

- Fyri at skapa øsing hevur maðurin so sjálvur almannakunngjørt tað, sigur Kári á Rógvi.

Men hann leggur afturat, at hann sendi hetta í eini illa umhugsaða løtu, eftir at hann hevði fingið eitt ótal av teldubrøvum frá sama manni um grindadráp.

- Eg havi roynt at grundgeva sakliga fyri grindadrápi og eg havi víst honum til tilfar, sum almennu Føroyar hava gjørt um grindadráp. Men hann bleiv við og eitt kvøldið yvirreageraði eg, sigur hann.

- Eg eri bara keddur av, at eg yvirhøvur svaraði honum aftur, leggur hann afturat.

- Eg má so bara ansa eftir, at tað ikki hendir aftur, tí eg eri komin at særa fólk, eg ikki ætlaði at særa.

Hann sigur, at tað, hann hevur lært av hesum er, at mann skal aldrin samskifta við slík fólk.

- Men eg føldi meg niðurgjørdan og særdan av áhaldandi atfinningunum frá hesum týskaranum og tað endaði við, at eg bleiv ov kensluborin og yvirreageraði, tí eg haldi hvørki, at er sjálvur, ella føroyingar eru ómoralskar fyri tað at vit heysta av okkara náttúrutilfeingi.

- Tvørturímóti fara vit serstakliga varliga við okkara náttúruríkidømi, tí vit hava altíð livað í og av nátturuni og vit taka okkum væl av dýrum.

Hinvegin tvíheldur hann um, at gerningarnir hjá týskarum undir seinna heimsbardaga er ein moralskur arvur, sum fer at forfylgja teimum í øldir.

- Í minsta lagi haldi eg, at teir áttu at verið eitt sindur eyðmjúkir, áðrenn teir fóru at finnast at moralinum hjá øðrum og tað standi eg fast við.

- Og tað sama ger seg galdandi fyri aðrar evropearar, sum hava elvt til so nógvan sorgarleik og so stóra neyð ymsastaðni í heiminum.

- Men tað er prógvað, at ongar sakligar grundgevingar rína á hesi fólkini og eg má bara læra, at vit skulu slett ikki samskifta við hesi fólkini yvirhøvur, uttan at vísa til tær tær almennu upplýsingarnar, tí tey brúka alt ímóti tær fyri at skapa øsing.

- Tað var ikki ætlanin at særa nakran, men eg føldi meg bæði særdan og niðurgjørdan, bæði sjálvur og sum føroyingur, sigur Kári á Rógvi.

Kortini heldur hann, at viðvhørt skal ein skelkur til, fyri at fáa eitt mál aftur á beint og hann vónar, at kjakið um grindadráp kann verða sakligari hereftir.