Kári P. Højgaard varðveitir tingsessin

Eftir fínteljingina í Suðurstreymi og Eysturoy hóskvøldið gjørdist endaliga greitt, at tað verður Kári P. Højgaard, sum fer at røkja tingsessin hjá Sjálvstýrisflokkinum komandi valskeið

Tættari kundi tað ikki verða. Eftir fínteljingina Eysturoyar- og Suðurstreymoyar valdømi, var bert ein atkvøða á muni á Sjálvstýrislistanum. Tá avtornaði endaði Sjálvstýrisflokkurin í Eysturoynni omaná og tískil varðveitir formaður floksins Kári P. Højgaard sín tingsess
Sjálvstýrisflokkurin í Suðurstreymi fekk eina atkvøðu afturat í fínteljingini, meðan atkvøðutalið hjá Sjálvstýrisflokkinum var óbroytt í Eysturoynni. Undan fínteljingini vóru tvær atkvøður á muni millum Eysturoyar- og Suðurstreymoyar valdømi, og eftir fínteljingina var munurin bert ein atkvøða.
Malan Johansen, sum fekk eitt rimmar val við 212 persónligum atkvøðum í Suðurstreymi, gjørdist tí ov stutt til ein tingsess hesaferð og tí fer Kári P. Højgaard at røkja tingsessin hjá Sjálvstýrisflokkinum komandi valskeið.