- Hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, fjalt upplýsingar frá landsverki um Eysturoyartunnilin fyri Løgtinginum, er tað sera álvarsamt.
Tað heldur Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini hjá løgtinginum.
Landsstýrismálanevndin hevur eftirlit við virkseminum hjá landsstýrisfólkum og nú fer Sirið Stenberg at umrøða í nevndini, um framferðin hjá Kára P. Højgaard skal takast upp til viðgerðar.
- Vit eiga at taka støðu til um vit skulu taka málið upp og tað vóni eg, at nevndin ger, sigur hon.
Forkvinnan í Landsstýrismálanevndini sigur, at tað er rættiliga álvarsamt, at landsstýrismaður fjalir upplýsingar fyri Løgtinginum.
Sostatt hevur hann ikki upplýst málið til fulnar, soleiðis sum hann hevur skyldu til, tí tá ið løgtingið ikki hevur allar upplýsingarnar, er ringt at taka støðu til eitt mál, heldur Sirið Stenberg.
- Eftir tí, sum er komið fram, er alt, sum bendir á, at landsstýrismaðurin hevur fjalt upplýsingar fyri Løgtinginum og tí vil hon hava Landsstýrismálanevndina at taka málið upp.
Les fleiri greinar um sama evni.