Kàri Højgaard annan sessin í Norðurlandaráðnum

Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum fær nógv burtur úr at vera í valbólki við samgonguni. Hann verður limur í Norðurlandaráðnum, hann verður formaður í landsstýrismálanevndini og limur í fíggjarnevndini

Sjálvstýrisflokkurin fær sera góða úrstøku burtur úr at vera í valbólki saman við samgonguni. Av tí at tey 32 løgtingsfólkini skulu manna 45 nevndarsessir, so fær ein flokkur altíð onkran sess. Men var Sjálvstýrisflokkurin einsamallur í valbólki, so fekk hann bara ein sess. Avtalan við samgonguna gevur honum tveir sessir afturat.
? Eg havi sjálvandi góðan hug á einum sessi í fíggjarnevndini, sigur Kári P. Højgaard, sum ikki vil siga nakað um, hvørjar avtalur eru gjørdar millum hann og samgonuna.
Men vit vita, at samgongan saman við Sjálvstýrisflokkinum fær báðar limirnar í Norðurlandaráðnum. Vanligt er at samgonga og andstøða fáa hvør sín sess, men 22 av 32 tingfólkum gevur samgonguvalbólkinum 1. og 2. sessin í øllum nevndum og harvið eisini bæði umboðini í Norðurlandaráðnum.
Tjóðveldisflokkurin hevur ætlað at valt Høgna Hoydal í Norðurlandaráðið. Hann hevur sum landsstýrismaður havt norðurlandamál sum málsøki og var tí eitt upplagt boð upp á lim í Norðurlandaráðnum. Var Sjálvstýrisflokkurin í staðin í valbólki við andstøðuna, so fekk andstøðan annan limin í Norðurlandaráðnum, sum heilt vist hevði verið Høgni Hoydal.
Men soleiðis verður tað ikki.
Kári P. Højgaard sigur, at hann kennir tað sum sína skyldu at fáa so stóra ávirkan, sum til ber. Tí ger hann alt, sum hann kann fyri at fáa sum mest burturúr fyri flokkin.
Kári P. Højgaard harmast sjálvandi um, at flokkurin ikki kom við í samgonguna. Hann sigur, at tá hann fekk at vita, at flokkurin ikki fór at fáa umboð í landsstýrið, so var einki endamál í at vera við í samgonguni.
? Tað hevur alt at siga fyri okkum at fáa fleiri andlit úteftir, og tað høvdu vit fingið, um vit t. d. høvdu ein landsstýrismann, sigur Kári P. Højgaard, sum nú má gera alt arbeiðið einsamallur.
Men hann sigur, at hann verður ein kvalifiseraður mótspælari hjá samgonguni soleiðis at skilja, at hann fer at taka støðu til mál fyri mál, og hann fer at taka undir við tí, sum hann heldur vera vert at taka undir við.
Hann sigur eisini, at tað var eitt greitt signal, tá hann atkvøddi blankt til løgmansvalið. Harvið vísti hann samgonguni, at hann stendur leysur. Restin av andstøðuni atkvøddi ímóti, men tað gjørdi Kári P. Højgaard ikki.
Av tí at Sjálvstýrisflokkurin peikaði á Jóannes Eidesgaard sum samráðingarleiðara, so hevur hann uttan iva eisini fingið ta goodwill, at flokkurin nú sleppur í valbólkin. Samgonan má so víkja í øllum førum ein sess til hansara fyri hesa avtalu.
Hvussu er og ikki, so hevur Kári P. Højgaard megnað at telva minsta flokkin á tingi í eina lutvísa lyklastøðu. Sum formaður í Landsstýrismálanevndini og sum Norðurlandaráðslimur, fara vit tí at hoyra nógv til einsamalla tingmannin hjá Sjálvstýrisflokkinum.


::::MYNDATEKSTUR:::::

Tað hevur eydnast einsamalla tingmanninum hjá Sjálvstýrisflokkinum at telva seg í eina lutvísa lyklastøðu. Við at fara í valbólk við samgonguna fær Kári P. Højgaard annan sessin í Norðurlandaráðnum, sum Tjóðveldisflokkurin annars hevði ætlað Høgna Hoydal. Harumframt verður hann formaður í Landsstýrismálanevndini og limur í fíggjarnevndini