Ákærdur fyri ágang ímóti níggju børnum

Løgreglan í Esbjerg í Danmark hevur ákært ein 40 ára gamlan mann fyri at hava misbrúkt níggju børn kynsliga ígjøgnum eitt 23 ára langt tíðarskeið. Í ákæruritinum er maðurin ákærdur fyri 28 ymisk brot á lógina. Tað elsta brotið er frá 1987 og tey seinastu frá 2010.

Danska kringvarpið, sum hevur fingið innlit í málið, sigur, at maðurin er millum annað ákærdur fyri at hava misbrúkt sína egnu dóttir kynsliga. Í einum føri er hann ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á eina fýra ára gamla gentu.

Í ákæruritinum sæst, at maðurin hevur gjørt seg inn á børn í Tasstrup, Hvidovre, Greve og at enda fleiri ferðir í Esbjerg. Málið byrjar í rættinum seinni í hesum mánaðinum.