Kæran um Bjørn Kalsø ongar avleiðingar

Formaðurin í landsstýrismálanevndini heldur kæruna hjá starvsfólkunum á MRCC-Tórshavn vera eitt lítið mál Landsstýrismálanevndin viðgjørdi í dag kæruna um landsstýrismannin í fiskivinnumálum, sum starvsfólkini á MRCC-Tórshavn sendu nevndini, eftir at stjórin á Tilbúgvingarstovninum hevði sagt upp.

Men nevndin ger neyvan nakað við málið.

-Vit duga ikki at síggja nakað sum helst juridiskt skeivt í hesum málinum. Hetta er eitt lítið mál, sum einki serligt hevur upp á seg, men vit eru ikki liðug at viðgera tað enn, og tí kann eg ikki siga endaliga, um vit gera meira við málið, sigur nevndarformaðurin, Kjartan Joensen, við útvarpið há Kringvarpinum.